Sjúrður aldi 500.000 rognkelsi í Svínoy

- Vit hava vónir um, at samlaða talið av rognkelsum í ár kemur upp á eini 700.000 til 800.000, sigur Sjúrður Jacobsen, alari í Svínoy.

 

 

 

- Hevði eg lív og heilsu og slapp at skipa viðurskiftini øðrvísi, kundu 100 fólk búð í Svínoy um 15 ár. Tað ræður um at útvega kapital, og kapitalur er soleiðis, at hann trívist, har hann hevur tað gott. Tað er eingin framdrift at hóma hjá okkara politisku myndugleikum, tá ræður um útoyggjarnar.

Tað hevur Sjúrður Jacobsen, sum nú alir rognkelsi í Svínoy, staðfest fyri tíð síðan. 

 

Sjúrður Jacobsen hevur drúgvar royndir í vinnulívi, bæði her heima í Føroyum og uttanlands, og í Svínoy hevur hann saman við góðum kreftum lagt lunnar undir aling av rognkelsum sum reinsifiski til føroysku alivinnuna, ið dregist við lúsaplágu.

 

Tá vit skiftu orð við Sjúrð Jacobsen í vikuni, var hann á veg úr Svínoy við rognkelsum, sum skuldu til Suðuroyar í aliringar hjá Bakkafrosti, sum liggja út fyri Froðbiarbygd. - Hetta eru rognkelsi sum skulu í tveir aliringar hjá felagnum. Vanligt er, at rognkelsi telja eini 10-15 prosent av talinum av fiski, sum er í einum aliringi.

 

Tað merkir, sigur alarin, at eru 100.000 laksar í ringinum, verður talið av rognkelsum eini 10.000 til 15.000, sigur hann. Sjúrður Jacobsen vísir á, at hetta eru rognkelsi, sum viga millum 25 og 30 gram og eru einar 7-8 mánaðar gomul.

 

- Vit hava lagt dent á at byggja okkara aling upp við varsemi og skili - frá byrjan til enda, og tað tekur tíð at fáast við lívfrøði, og tú skalt læra bæði handverkið og tøknina, sum alarin í Svínoy tekur til.

Á Fiskaaling hava tey arbeitt við rognkelsum í fleiri ár, men nú er tað Regin Arge, sum tekur sær av hesum og leigar umstøðurnar hjá Fiskaaling. Regin hevur samstarv við menn, sum fiska rognkelsi á Tangafirði og aðrastaðni kring oyggjarnar, og hann hevur royndir við strúking av fiskinum og kleking av rognum. 

- Tað er her, vit keypa okkara yngul, sum vit síðan ala á alistøðini í Svínoy, og vit hava eisini keypt nakað úr Íslandi. Í longdini ætla vit at fáa fiskin sum eygarogn, sigur Sjúrður Jacobsen.

 

Alivirksemið í Svínoy er undir uppbygging, og byrjað varð við 300.000 til 400.000 fiskum. Men, longu í fjør kundi alarin selja eina hálva miljón rognkelsi til føroysku alivinnuna. - Higartil í ár hava vit latið rognkelsi í nøkrum umførum úr Svínoy, og vit hava vónir um, at samlaða talið í ár kemur upp á eini 700.000 til 800.000 fiskar. 

 

##med2##

Sjúrður Jacobsen vísir á, at kapasiteturin í alingini í Svínoy er góður, og málið hjá honum er at ala 1,5 miljónir fiskar um árið.

- Vit flyta fiskin úr Svínoy í góðkendum flutningstangum við ilt, og hetta verður vanliga gjørt við Rituni. Bakkafrost kemur onkuntíð við báti, og tá verður fiskurin pumpapur umborð - gjarna, meðan báturin liggur við eina boyu, sum vit hava liggjandi inni á víkini, sigur hann.

 

Laksalúsin er ein avbjóðing í alivinnuni, og tað er hugaligt at vera við í stríðnum móti lúsini, sigur Sjúrður Jacobsen, sum longu nú hevur nøkur fólk knýtt at alivirkseminum í Svínoy.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar í gjár, er serblað um vinnu, sum serliga viðger aling og avleiddar vinnur av alingini. Men, í vinnublaðnum eru eisini aðrar forvitnisligar greinar, sum snúgva seg um heilt aðra vinnu enn aling.