Eysturoy hevur vunnið færri skattakrónur enn í fjør

Av teimum sjey kommununum í Eysturoy vóru tað bara Nes og Sjóvar kommunur, ið fyrra hálvár ikki høvdu lægri skattainntøku enn sama tíðarskeið í fjør

mynd: nes.fo

Tað renna ikki so nógvar skattakrónur í flestu kommunukassarnar, sum tað gjørdu í fjør. Tað vísir fyribils uppgerðin hjá TAKS.

 

Hetta er eisini galdandi fyri tær flestu av teimum sjey kommununum í Eysturoy – Eiðis, Fuglafjarðar, Eystur, Runavíkar, Nes, Sjóvar og Sunda kommunu. Henda seinast nevnda fevnir um bygdir bæði í Eysturoy og í Streymoy.

 

Í tveimum kommunum var skattainntøkan fyrra hálvár hægri, enn hon var sama tíðarskeið í fjør.

 

Í Nes kommunu, ið fevnir um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes, var vøksturin 0,48 prosent ella 129.697 krónur.

 

Í Sjóvar kommunu, ið fevnir um bygdirnar Innan Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað, var vøksturin 0,38 prosent ella 82.802 krónur.

 

Lutfalsliga størsta afturgongdin var í Fuglafjaðar kommunu, sum umframt Fuglafjørð fevnir um Kambsdal og Hellurnar. Har var minniinntøkan 3,15 prosent ella 1.144.868 krónur.

 

Í krónum var afturgongdin størst í Runavíkar kommunu, sum fevnir um 15 bygdir – Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørð, Skipanes, Skálafjørð, Skála, Oyndarfjørð, Elduvík, Funningsfjørð og Funning.

 

Har var minniinntøkan 1.261.857 krónur ella 1,47 prosent.

 

Í Eysturkommunu, ið fevnir um Leirvík, Norðragøtu, Gøtugjógv og undir Gøtueiði, var minniinntøkan 1.245.179 krónur ella 2,7 prosent.

 

Í Eiðis kommunu, sum fevnir um Eiði og Ljósá, var minniinntøkan 0,7 prosent ella 92.131 krónur.

 

Sunda kommuna fevnir um Gjógv, Svínáir, Norðskála, Oyrabakka og Oyri í Eysturoy og í Streymoy fevnir kommunan um Tjørnuvík, Haldórsvík, Steymnes, Hvalvík og Hósvík. Har var minniinntøkan 0,95 prosent ella 349.861 krónur.

 

Undantikið tveimum kommunum er skattaprosentið tað sam í ár, sum tað var í fjør. Annað undantakið er Runavíkar kommuna, har skattaprosentið nú er 21,5. Í fjør var tað 21,75. Hitt undantakið er Fuglafjarðar kommuna, har skattaprosentið nú er 21,25. Í fjør var tað 21,5 prosent.

 

Niðanfyri yvirlitið, sum vísir skattainntøkurnar fyrra hálvár í fjør og í ár, er yvirlit, sum vísir skattaprosent og barnafrádrátt. Umframt hesi viðurskifti plaga kostnaður fyri pláss í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla at vera við, tá ið kommunur verða sammettar umframt sonevnda frítíðarkortið, ið summar kommunur hava havt seinastu árini.

 

 

 

Skattainntøkur

 

 

Fuglafjarðar

 
 

36.322.571

 
 

35.177.703

 
 

-1.144.868

 
 

-3,15

 
 

Eystur

 
 

46.147.826

 
 

44.902.647

 
 

-1.245.179

 
 

-2,70

 
 

Nes

 
 

26.751.650

 
 

26.881.347

 
 

129.697

 
 

0,48

 
 

Runavíkar

 
 

88.497.794

 
 

87.235.937

 
 

-1.261.857

 
 

-1,43

 
 

Sjóvar

 
 

21.715.026

 
 

21.797.828

 
 

82.802

 
 

0,38

 
 

Eiðis

 
 

13.190.218

 
 

13.098.087

 
 

-92.131

 
 

-0,70

 
 

Sunda

 
 

36.697.701

 
 

36.347.840

 
 

-349.861

 
 

-0,95

 

 

 

 

 

 

  

Skattaprosent

 
  

Barnafrádráttur

 
  

2021

 
 

2020

 
  

2021

 
 

2020

 
 

Fuglafjørður

 
 

21,25

 
 

21,50

 
  

7500

 
 

7500

 
 

Eystur

 
 

21,00

 
 

21,00

 
  

8000

 
 

8000

 
 

Nes

 
 

20,50

 
 

20,50

 
  

5500

 
 

5500

 
 

Runavík

 
 

21,50

 
 

21,75

 
  

8000

 
 

8000

 
 

Sjóvar

 
 

21,00

 
 

21,00

 
  

7000

 
 

7000

 
 

Eiðis

 
 

18,75

 
 

18,75

 
  

7500

 
 

7500

 
 

Sunda

 
 

21,50

 
 

21,50

 
  

6000

 
 

5000

 

mynd: nes.fo