Skjótt fara línuskip yvir á Flemish Kap 

Soleiðis, sum út sær, noyðast helst øll línuskip, sum eiga part av kvotuni á Flemish Kap, at fara yvir hagar – antin parturin er lítil ella frægur.

 

Flestu av okkara frystilínuskipum fiska í løtuni í grønlendskum sjógvi og tey, sum ikki eru har yviri, fara helst yvir í næstum. 

Skipini, sum eru í Grønlandi í løtuni, eru eitt nú Jákup B, Jógvan I, Vesturhavið, Polarstjørnan og Klakkur. Sandshavið er á veg yvir, og Eivind fer eisini tann vegin.

Enn hevur eingin fiskað av føroysku kvotuni á Flemish Kap í ár og formaðurin í Línuskipum, Hálvdan Gudmundsen, væntar, at nøkur skip fara á Flemish Kap, tá tey hava verið henda túrin í Grønlandi aftrat.

Føroyska kvotan á Flemish Kap í ár er stívliga 1600 tons tilsamans av rundum fiski. Tá er tann parturin íroknaður, sum Bretland letur Føroyum í býti við annan fisk. Bretland eigur eina lítla kvotu á Flemish Kap, og hesa kvotu hava bretar býtt millum Føroyar og Noreg.

Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskipum, sigur, at samlaða føroyska kvotan á Flemish Kap í ár liggur um góð 1000 tons av avhøvdaðum fiski – ella góð 1600 tons í rundari vekt. 

Soleiðis, sum út sær, noyðast helst øll línuskipini, sum eiga part av føroysku kvotuni, yvir á Flemish Kap – antin tey eiga ein frægan ella lítlan prosentpart av samlaðu kvotuni. Línuskipini, sum eiga minst á Flemish Kap, eiga umleið seks prosent av kvotuni og tey, sum eiga mest, eiga kanska eini 16-18 prosent. 

- Hetta merkir, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum, at tey skip, sum hava minst at fara eftir, eiga eini 60-65 tons av avhøvdaðum fiski, meðan tey, sum eiga mest, eiga umleið tríggjar ferðir so nógv.

Hálvdan Gudmundsen sigur, at tað verður helst einki frystilínuskip, sum fær fulla last á Flemish Kap í ár. Onnur ár, tá kvotan var lítil, kundu færri skip fara á Flemish Kap eftir tí, sum har var at fiska, tí skipini tá kundu býta um kvotur.

 

- Men, soleiðis sum vit hava skilt, ber hetta ikki til í ár, sigur hann.

 

Tað er langur vegur úr Føroyum yvir á Flemish Kap og heimaftur, og siglitíðin tekur í øllum førum tað mesta av einari viku hvønn vegin.

- Soleiðis, sum vit hava skilt, leggur lógin nú upp til, at allir, sum eiga part av kvotuni á Flemish Kap, eru noyddir at fara yvir hagar, um skipini skulu varðveita síni kvoturættindi, sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskipum.