Tað er eitt av teimum heilt stóru rúsevnismálunum, sum varð avdúkað í gjár, tá løgreglan handtók fimm fólk í einum seglbáti við Rasmusarbrúgv úti í Bakka í Havn í gjár.
Talan er um ein føroyskan mann, sum er føddur í 1992, eina íslendska kvinnu, sum er fødd í 1986, eina danska kvinnu, sum er fødd í 1962 og tveir danskar menn, annar føddur í 1989 og hin í 1981.
Nógv fólk vóru á rættarfundinum, tí tey hava fingið hvør sín verja. Teir vóru Bjørn á Heygum, Jógvan Páll Lassen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Fríða Patursson og Jens Andrias Winther.
Tey hava helst sitið avbyrgd í varðhaldinum, tí løgreglufólkini gjørdu nógv fyri, at tey ikki skuldu tosa saman. Kortini royndi ein av monnunum at teska okkurt í oyrað á 62 ára gomlu kvinnuni. Tá løgreglan mótmælti rópti maðurin: »Må jeg ikke kysse min mor«.
##med2##
Tey eru skuldsett fyri at hava smuglað 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini, og ákærin kravdi tey varðhaldsfongslað.
Eftir at ákæran varð lisin upp, boðaðu teir fimm verjarnir frá, at tey øll noktaðu seg sek.
Ákærin kravdi, at restin av rættarfundinum skuldi vera fyri afturlatnum hurðum, soleiðis at øll umboðini fyri fjølmiðlarnar vórðu víst á dyr. Hesum eftirlíkaði dómarin, hóast fjølmiðlarnir mótmætlu.