Skulu finna Suðuroyarmeistara í sjavs 2023

Nú verður skipa fyri kaping, ið nevnist Suðuroyarmeistari í sjavs 2023.

 

Hetta veit Suðurrás at siga, og sagt verður soeliðis um skránna:

 

Suðuroyarmeistari í sjavs 2023 verður komandi leygardag 25. mars kl. 18.30 vesturi í VB-húsinum.

 

 

 

Tilmelding skal til fyri at luttaka.

 

Vit byrja við at fáa feska suppu.

 

Luttøkugjaldið er 100,00kr fyri hvønn íroknað er tá suppa, kaka, kaffi og te.

 

Lutaseðlar verða seldir. 5,00kr seðilin ella buntir á 5 seðlum fyri 25 kr bunti.

 

Góðir vinningar verða at spæla um. Steyp til 4 tey bestu pørini verða eisini latin.

 

Tað ber til at tekna seg tórskvøldið tá tann vanligi sjavsurin er. Tit kunna eisini ringja á tlf 254931 ella tlf 272667.

 

Seinasta freist at tekna til er leygardagin sama dag á middegi.

 

Øll, bæði sunnanfjørs og norðanfjørs, eru hjartaliga vælkomin.