Skutu 33 dronur og rakettir niður yvir Kyiv í nátt

Ukrainska herleiðslan sigur, at 15 russiskar rakettir og 18 dronur eru skotnar niður yvir Kyiv í nátt.

Russar halda fram við álopunum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.

 

Og soleiðis var eisini í nátt.

 

Ukrainska herleiðslan sigur, at 15 russiskar rakettir og 18 dronur eru skotnar niður yvir Kyiv í nátt.

 

Higartil er einki frætt um, at íbúgvar í býnum eru raktir í russisku álopunum í nátt.

 

Tað er tíðindastovan NTB sum ber hesi tíðindi í morgun.