Smástjørna fer ógvuliga nær framvið jørðini í morgin

- Men, hon fer trygt framvið okkum, sigur stjørnuserfrøðingurin, Gianluca Masi.

Ein smástjørna, sum stjørnuserfrøðingar nýliga hava lagt til merkis, fer ógvuliga nær framvið jørðini hesa vikuna.

 

Netsíðan Space veit at siga, at stjørnan er millum fýra og átta metrar í tvørmát.

 

- Hósdagin - tað er í morgin - verður stjørnan nærmast jørðini, og tá verður teinurin til jørðina umleið 3500 kilometrar.

 

Stjørnuserfrøðingurin, Gianluca Masi, sigur, at smástjørnan, sum verður rópt 2023 BU, verður sera nær.

 

- Men, hon fer trygt framvið okkum, leggur hann aftrat.

 

Gianluca Masi sigur, at teinurin frá stjørnuni, tá hon verður nærmast og til jarðarmiðdepilin, verður minni enn 10.000 kilometrar.