Tveir dystir eru leiktir í SMS-deildini seinnapartin í dag.
Í KÍ-høllini í Klaksvík var ein sera týðandi uppgerð millum Stjørnuni, ið var nummar seks við átta stigum, og EB, ið var nummar sjey við sjey stigum.
Tað eydnaðist EB at vinna ein sera týðandi 26-23 sigur, og eru tær nú á sætta plássinum, ið gevur rættin at spæla FM-fjórðingsfinalu.
EB var á odda 15-12 í steðginum.
Toppskjútti hjá Stjørnuni var Tóra Eliasen við átta málum. Talita Alves var toppskjútti hjá EB við níggju málum.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil stórsigur 38-19 á VB. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 22-7.
Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við 13 málum. Toppskjútti hjá VB við fýra málum var Helga Eyðunsdóttir Kjærbo.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Stjørnan-EB 23-26 (12-15):
##med2##
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Kyndil-VB 38-19 (22-7):
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 18 | 586 | 436 | 150 | 33 |
NEISTIN | 17 | 537 | 440 | 97 | 26 |
H71 | 17 | 531 | 459 | 72 | 23 |
STÍF | 17 | 498 | 477 | 21 | 22 |
VÍF | 17 | 509 | 469 | 40 | 18 |
EB | 18 | 465 | 553 | -88 | 9 |
STJØRNAN | 18 | 453 | 556 | -103 | 8 |
VB | 18 | 426 | 615 | -189 | 1 |