SMS: Kyndil vann stórsigur í fyrstu FM-finaluni

Tað vóru heili 18 mál á muni í høllini á Hálsi

Kyndilskvinnur fingu eina góða byrjan upp á FM-finaluuppgerðirnar í SMS-deildini móti StÍF.

 

Í 1. FM-finaluni í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil stórsigur 36-18 á StÍF. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 18-9.

 

Tá eitt korter var farið av dystinum var Kyndil á odda 8-2. Venjarin hjá StÍF tó tvey leikbrá fyrsta korterið av dystinum fyri at steðga bløðingini, men tað eydnaðist ikki. 

 

Turið Arge Samuelsen (myndin) gekk undan, og hon var stórskjútti hjá Kyndli við heili 15 málum. Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF við fimm málum.

 

Liðini hittast aftur í høllini á Skála komandi mikukvøld klokkan 18.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM-finaluni í SMS-deildini:

 

##med2##