SMS: Kyndil vann tryggan sigur á EB

EB slapp heiðurliga frá dystinum móti Kyndli í dag

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í dag.

 

Í høllini við Streymin tók EB móti Kyndli, ið var stórur favorittur undan dystinum. 

 

Kyndil vann væntaða sigurin, men EB sum er í botninum í deildini stóð seg heiðurliga. Kyndil vann dystin 32-24. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 16-11.

 

Turið Arge Samuelsen var aftur stórskjútti hjá Kyndli í dag. Hesaferð við 13 málum.

 

Grønlendska Nukaaka Petrussen Lyberth ger veruliga vart við seg í SMS-deildini. Í dag var hon toppskjútti hjá EB við sjey málum.

 

Dysturin millum Neistan og VB í høllini á Hálsi í Havn var avlýstur orsaka av, at Smyril ikki sigldi vegna veður. 

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med3##