SMS: Neistin smurdi Kyndil av

Neistakvinnur vunnu 10-málssigur á Kyndli

Grannauppgerð var í SMS-deildini í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin tók ímóti Kyndli.

 

Tað leikar ofta javnt á tá hesi bæði liðini møtast, men soleiðis var ikki í kvøld.

 

Neistin vann stórsigur 30-20. Í steðginum var Neistin á odda 11-9.

 

Bjørk F. Joensen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Maria P. Nólsoy skoraði sjey mál.

 

Nadja Pejovic gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Stórskjúttin, Turið Arge Samuelsen var ikki við á liðnum hjá Kyndli í kvøld. 

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##