So bragdaði hjá Jann Benjaminsen

Útisetin í Hødd IL kom á máltalvuna, tá liðið hjá honum vann 3-0 á Kvik Halden

Jann Benjaminsen hevur skorað sítt fyrsta mál fyri Hødd IL. Tað gjørdi hann í 3-0 sigrinum á Kvik Halden í gjár. Hødd IL er í løtuni á øðrum plássi í triðjbestu deildini. Deildin er deild upp í tvey.

 

Hødd IL, sum eina ferð hevði Rógva Jacobsen í hópinum, spældi leygardagin móti Kvik Halden. Millum spælararnar í hópinum er føroyski Jann Benjaminsen, sum í vetur valdi at skifta frá NSÍ til Hødd IL.

 

Eftir 57 minuttir var framvegis málleyst. Tá kom Jann Benjaminsen í eina góða støðu í brotsteiginum og skoraði til 1-0. Hødd IL vann dystin 3-0 og hevur 14 stig fyri seks dystir. Tað er nokk til eitt annað pláss.