So fekk Antonio Conte eisini ein spælara

Premier League: Tottenham rennur aftaná og venjarin hevur gramt seg um vantandi innkeyp. Nú er nýggjur maður á høgra vongbakki

Í gjár lat flytingarvindeygað aftur. Tottenham keypti í evstu løtu portugisiska Pedro Porro fyri beint yvir 300 milliónir krónur frá Sporting Lisbon.

 

Tottenham hevur í fleiri ár verið afturhaldandi við innkeypum, men afturfyri spælir felagið eisini sínar heimadystir á spildurnýggjum leikvølli. Hetta byrjar tó at síggjast aftur á vøllinum, men farna kappingarár megnaði italski venjarin, Antonio Conte, at hálað liðið um strikuna til Champions League fótbólt.

 

Til hetta kappingarárið hevur gongdin verið eitt sindur meira misjøvn og viðhaldsfólkini vilja hava styrk til liðið, so menn sum Harry Kane og Son Heung-min ikki fara úr felagnum. Við keypum sum Rodrigo Bentancur, Dejan Kulusevski, Yves Bissouma og Richarlison hevur felagið bjóðað upp til dans.

 

Í vetur er Matt Doherty farin til Atletico Madrid, meðan Djed Spence og Arnaut Danjuma eru komnir til. Seinasti brikkurin til hetta kappingarár kom upp á pláss seint í gjár, tá høgri vongbakkurin hjá Sporting Lisbon, Pedro Porro, skrivaði undir.

 

1Arsenal19162145:1650
2Manchester City20143353:2045
3Newcastle20109133:1139
4Manchester Utd20123532:2539
5Tottenham21113740:3136
6Brighton1994637:2731
7Fulham2194832:3031
8Brentford2079432:2830
9Liverpool1985634:2529
10Chelsea2085722:2129
11Aston Villa2084823:2728
12Crystal Palace2066818:2724
13Nottingham F.2056916:3521
14Leicester20531228:3518
15Leeds1946926:3318
16West Ham20531217:2518
17Wolves20451112:3017
18Bournemouth20451119:4217
19Everton20361115:2815
20Southampton20431317:3515