Hesum boðar Fiskimálaráðið frá nú seinnapartin.
Tað hava verið stórar politiskar ósemjur um, hvørt Føroyar skulu gera nýggja fiskiveiðiavtalu við Russland ella ikki, av tí at Russland hevur lopið á Ukraina.
Men í november boðaði landsstýrið frá, at ætlanin var at fara til samráðingar við russisku stjórnina í Kreml.
Samráðingar hava verið nú seinastu dagarnar, og í dag er semja undirskrivað partarnar millum.
Fiskimálaráðið greiðir soleiðis frá:
Úrslitið av samráðingunum er, at føroysku kvoturnar av toski og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum eru lækkaðar samsvarandi umsitingarætlanini fyri stovnarnar. Hetta merkir, at toskakvotan minkar við 20% og hýsukvotan við 18%. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar.
Í føroyskum sjógvi lækka russisku kvoturnar av makreli og sild í tráð við lækkingarnar, sum ICES hevur mælt til fyri 2024. Talan er um 23,7% lækking fyri norðhavssild og 5,5% lækking fyri makrel. Svartkjafturin hækkar við 3.000 tonsum, sum er ein nakað lægri hækking enn tilmælini frá ICES um svartkjaftastovnin.
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2024 verða hesar: Toskur 9.766 tons, hýsa 1.047 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 12.291 tons og sild 6.485, íroknað møguliga hjáveiðu.
Russisk skip fáa í 2024 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 55.618 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi.
Ein av stóru spurningunum um nýggju fiskiveiðiavtaluna hevur verið, um Føroyar fóru at seta nøkur krøv – eitt nú um fiskiskap í sonevnda serøkinum, sum er eitt felags sjóøki millum Føroyar og Bretland, har bæði lond kunnu og hava fullan rætt at skriva út fiskiloyvi. Bretland hevur heitt á føroyingar um ikki at loyva russum at fiska har. Og tann avtalan er so komin upp á pláss.
Fiskimálaráðið skrivar soleiðis:
– Russisk skip hava í 2024 ikki atgongd at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi.
Fiskimálaráðið skrivar einki um, hvussu verður vorðið við havnastongslinum.
##med2##