So nógv koppsett fólk hava fingið koronu

Nøkur fólk, ið eru liðugt koppsett fyri covid-19, hava fingið koronu í Føroyum

Ellivu fólk í Føroyum eru vorðin smittað við covid-19, eftir at tey vóru liðugt koppsett.

 

Tað upplýsir landslæknin fyri Sosialinum.

 

Tað vil siga, at av teimum stívliga 25.000 fólkunum, sum eru liðugt koppsett, hava 0,04 prosent fingið smittuna.

 

– Hetta vísir greitt, at koppsetingin verjir væl, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Sosialin.

 

Meira kann lesast um evnið í VikuskiftisSosialinum hetta vikuskiftið.