Søguligi dysturin endaði sera snópisliga

Ógvuliga stórt vónbrot var tað, tá ið KÍ stutt undan klokkan hálvgum ellivu í kvøld varð varpað úr europeisku kappingini

Tað var søguligt, og tað var spennandi, og so endaði tað sum stórt vónbrot.

 

Fyri einari viku síðani sá tað heilt gott út, tá ið tað endaði við 3-2 sigri í Riga.

 

Í kvøld endaði tað við 3-2 tapi í fyrsta europeiska dystinum nakrantíð í Klaksvík.

 

So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði RSF avgerandi málið í seinna hálvleiki, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað greitt, at RSF í kvøld vann 4-2 og samantalt 6-5.

 

Tá ið norðurírski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var klokkan farin fimm minuttir yvir hálvgum ellivu.

 

Vónbrotið er øgiliga stórt í KÍ leguni, og tað var ikki so elegant, at KÍ venjarin sjey minuttir undan leikloki sá reyða kortið fyri ov væl at vísa, hvussu frustreraður - av røttum - hann var yvir, at letlendsku spælararnir døllaðu og døllaðu sær, uttan at dómarin skundaði tað undir teir, sum hevði verið rætt og rímuligt.

 

Heilt merkisvert var tað í kvøld, at fýra mál fór ígjøgnum hjá KÍ. Tað er sama talið av málum ímóti, sum eru farin ígjøgnum í øllum landskappingardystunum higartil í ár.

 

KÍ hevði yvirvág í seinna hálvleiki í vanligu leiktíðini, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan í øðrum enn deyðbóltsstøðum. Fram ímóti dystarloki var innskifti Jasper Van Der Heyden í heilt góðari støðu eftir innlegg úr vinstru, men hann tóktist ikki vera nóg avgjørdur, og so spurdist einki burturúr. Hevði hann tá havt javnað, so hevði dysturin verið avgjørdur í brotssparkskapping fram ímóti midnátt.

 

Hetta var alt annað enn hugaligt kvøld fyri føroyskan fótbólt. Fyri einari viku síðani megnaði NSÍ málleysan javnleik í Finnlandi, og KÍ vann 3-2 í Riga. Tað fløddi væl í føroyska Europa roknskapinum. Í kvøld varð roknað við, at tað fór at eydnast at leggja fleiri stig aftrat, men tað endaði við ongum.

 

Nú er tað bara HB, sum hevur møguleika at betra um føroysku hagtølini. HB skal um eina viku spæla á heimavølli.

 

 

 

KÍ – RFS 2-4 (2-3) eftir longda leiktíð

 

0-1: Vitalijs Jagodinskis 10.

 

1-1: Odmar Færø 17.

 

1-2: Darko Lemajic 25.

 

1-3: Emerson Deocleciano 27.

 

2-3: Deni Pavlovic 45.+2.

 

2-4: Tomislav Saric 108.

 

Dómari: Keith Kennedy úr Norðurírlandi

 

RSF er samantaldur vinnari við málmuninum 6-5

 

KÍ: Mathias Roesenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck (Daniel Björkmann, 91.) – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (Ivar Sollie Rønning, 111.), Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg (Jasper Van Der Heyden, 111.) – Bob Sumareh, Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 111.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Børge Petersen, Boris Dosljak, Óli Eyðsteinsson Poulsen

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen