Soleiðis kann LV endurbyggja og útbyggja eitt asfaltverk uttan skrivligt byggiloyvi

Eitt meld hevur nú í seks mánaðir reikað runt í teimum stovnum, sum skulu tryggja, at rættarsamfelagið virkar. Er henda støðan nøktandi? Er tað í lagi, at Landsverk byggir uttan byggiloyvi, sum lógin krevur, og uttan dagførda umhvørvisgóðkenning? Er tað lagi, at TK letur slíkt um seg ganga?

Gamla asfaltverkið á Sundi á heysti í 2022

Kommentasja

 

eftir Jóhann Mortensen

 

 

 

Merkið veitraði hvørki, tá Landsverk reisti endur- og útbygda asfaltverkið á Sundi, ella tá roykur aftur smeyg sær upp gjøgnum skorsteinin herfyri.

 

Landsverk kundi havt flaggað, tí stovnurin er sloppin at endur- og útbyggja asfaltverkið uttan skrivligt byggiloyvi, sum byggilógin frá 2012 krevur.

 

Landsverk kundi eisini flaggað, tá “fýrt varð undir ketlarnar”, tí stovnurin er higartil sloppin undan eini dagførdari umhvørvisgóðkenning.

 

-Er henda tilgong ein liður í eini ætlan - eini strategi - millum Landsverk og vinir á Vaglinum? Hetta, so asfaltsverkið kann halda fram sum eitt prýði við høvuðsvegin til høvuðsstaðin. Ella er tilgongdin bara ein vanlig líkasæla, tá tað snýr seg um lógarverk og umhvørvi?

 

Tann 1. juli í 2024 fer leigusáttmálin fyri økið á Sundi úr gildi. Hóast hesa sannroynd hevur Landsverk í hesum umfari endurbygt og útbygt asfaltverkið fyri 8-9 mió.kr., sum er upphæddin, løgtingið játtaði ífjør. Men verkið er bygt uttan skrivligt byggiloyvi, sum byggilógin greitt ásetir:

 

“Ikki kann farast undir at byggja, fyrr enn skrivligt byggiloyvi er fingið til vega frá kommunala byggimyndugleikanum”.

 

Byggilógin frá 2012 fevnir eisini “um niðurtøku av bygningum”. Og: “nýbygging, umvæling, umbygging...” Men einki skrivligt loyvi finst um niðurtøku ella umvælingar, vísa fleiri innlitsumbønir til Tórshavnar kommunu.

 

##med2##

 

Byggimálsdeild í jólahýri

 

Landsverk skýtir seg í almennum innlitum undir eina munnliga avtalu millum Landsverk, verkfrøðingavirki SMJ, og Byggimálsdeildina, gjørd tann 19.desember 2019, tí har: “...bleiv tað avtalað, at TK einans ynskir at verða kunnað um ætlanina...”

 

Byggimálsdeildin var í jólahýri. Tó uttan nakra heimild í byggilógini. Men samskifti hevur verið, tí 13. September í fjør skrivar Byggimálsdeildin í almennum innliti:

 

Viðvíkjandi umvæling av verandi asfaltverki á Sundi, so hevur munnligt samskifti verið millum kommununa og Landsverk. Vit hava ikki fingið nakra umsókn um hetta og tí er heldur onki loyvi útskrivað”. (Byggiloyvi, red.)

 

Eingi telefonnotat eru gjørd, vísir innlit, hóast innlitslógin krevur telefonnotat, tá talan er um týðandi mál og avgerðir skulu takast!

 

Landsverk og Byggimálsdeildin vita, at byggilógin krevur skrivligt byggiloyvi. Byggimálsdeildin veit eisini, at “Um farið verður undir at byggja, áðrenn byggiloyvi fyriliggur, skal kommunali byggimyndugleikin geva boð um at steðga byggingini”, sum byggilógin eisini greitt ásetir.

 

##med3##

 

Steðgaði ikki arbeiðnum

 

Men á heysti í 2022 var Tórshavnar kommuna aftur í jólahýri. Hon steðgaði ikki arbeiðnum, tá Landsverk var farið at endurreisa eitt lutvíst nýtt verk uttan byggiloyvi. Kommunan lat arbeiðið at endurbyggja verkið fara fram dag og kvøld í bøla myrkri.

 

Brýtur Landsverk lógina? Brýtur Tórshavnar kommuna lógina? Ella hevur ein kommuna heimild at veita undantøk, sum gjørt varð á jólafundinum í 2019, hóast talan er um at umvæla ella endurbyggja eitt asfaltverk í ovastu umhvørvisváðaflokkunum? Ella hevur Landsverk eina serstøðu í føroyska rættarsamfelagnum?

 

Áhugaferlagið við Kaldbaksfjørð meldaði kommununa og Landsverk fyri brot á byggilógina og umhvørvisverndarlógina. Tað varð gjørt fyri at fáa greiði á hesum byggimáli. Men felagið kundi ikki meldað, boðaði danska politiið frá.

 

Politiið sendi tí málið til Kærunevndina í lendismálum. Nevndin svaraði, at hon kundi ikki viðgera málið, tí Tórshavnar kommuna hevði ikki tikið nakra støðu í málinum! (Kommunan hevði ikki samtykt at geva byggiloyvi.).

 

Kærunevndin kannaði ikki løgfrøðina í málinum. -Hevði tað ikki verið natúrligt, at ein almennur kærustovnur gjørdi tað? Málið er nú í Kommunala eftirlitinum, eftir at tað hevði vent hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Áhugavert verður, hvussu leikur fer.

 

Málið hevur nú reikað í seks mánaðir undir løgfrøðiligu sjóneykunum í stovnunum, sum skulu tryggja okkum, at “rættarsamfelagið” virkar. Tað, at “tú og eg eru líka fyri lógini”. Men hetta málið vísir, at alt riggar ikki so væl sum tað eigur.

 

##med4##

 

Byggir nýtt og ella umvælir

 

Landsverk dugir enn snildið, sum tá “Landsverkfrøðingurin var ein statur í statinum”.

 

Tá tað hóskar seg best, skrivar Landsverk: “Landsverk hevur ikki nakað byggiloyvi til umvælingarnar sum eru í gongd”, var svarið, tá eg bað um innlit i byggiloyvið tann 18. oktober 2022. Gevið gætur umvælingar.

 

Í málslýsing til Havnanevndina í januar í 2022 skrivar Landsverk: “Tá asfaltverkið á Sundi er liðugt útbygt í 2022, verður tað at sammeta við eitt nýtt verk.” Gevið gætur útbygt.

 

Og í eini framløgu - eftir eitt álvarsamt óhapp í 2019, tá verkið varð latið aftur - skal Landsverk sambært innliti taka støðu til:

 

  1. Sleppa verkætlanini
  2. Keypa nýtt verk
  3. Byggja nýtt verk í fleiri stigum

 

“Avgjørt at umvæla verkið, so tað líkur myndugleikakrøv, og byggja nýtt verk í stigum”, stendur í framløgu. Gevið gætur umvæla og byggja nýtt.

 

Avgerðin varð tikin í 4. ársfjórðing í 2019. Helst undan fundinum 19.12.2019, tá partarnir bjóraðu seg fram til eitt “munnligt” byggiloyvi.

 

Í frásøgn frá tí fundinum verður sagt: “Sum staðfest á fundinum, er ein útskiftan av bitumenskipanini, at rokna sum ein dagføring av verandi skipan.” Her stendur bara “bitumenskipanini”. Men oman fyri sæst, at ætlanin var at “byggja nýtt verk í stigum”.

 

Loyvi mær tí at spyrja: lýsti Landsverk málið til fulnar fyri Tórshavnar kommunu á fundinum 19. desember í 2019?

 

Tað er ógreitt. Landsverk vil ikki lata innlit í hesa framløguna. Og Tórshavnar kommuna hevur onga framløgu at lata innlit í, svarar høvuðsstaðarkommunan í almennum innliti.

 

Umboðini fyri Byggimálsdeildina skrivaðu heldur ikki eina frásøgn frá hesum fundinum, tá avtalað verður at lata Landsverk “umvæla og byggja nýtt” asfaltverk uttan skrivligt byggiloyvi, vísir alment innlit.

 

Heldur ikki var nakað innanhýsis samskifti í TK um hesa vantandi avgerðina at út- og endurbyggja eitt asfaltverk í ovastu umhvørvisflokkunum, og sum í minsta lagi skulu liggja 300 ella 500 metrar frá bygdum øki!

 

##med5##

 

50 metrar frá húsum

 

18. Januar í 2022 samtykti Havnanevndin at leingja sáttmálan um asfaltverkið í 25 ár og mælti býráðnum at gera tað sama. Havnanevndin setti ta treyt, at verkið skal leggja um til biogass ella natúrgass.

 

Havnanevndin sigur einki um, at tað skal vera ein ávís frástøða frá asfaltsverkinum til næsta bústaðarøki, hóast reglugerðin hjá Tórshavnar kommunu ger tað.

 

Reglurnar hjá Tórshavnar kommunu eru tær somu sum norðurlendska tilmælið um asfaltverk: “Der opereres med følgende vejledende afstande i forhold til boliger o.l. Miljøklasse 6:  300  m. Miljøklasse 7:  500 m. Større asfaltværker bør vurderes konkret. En afstand på 700 m til boliger er ikke urealistisk”. Á Sundi er 50 metrar til næstu hús!

 

Í asfaltframleiðslu er bitumen. Í øllum tøkum frágreiðingum um asfalt verður nevnt, at bitumen er krabbameinselvandi. Tí hevur Kaldbaksnevndin sagt staðiliga nei í hoyringsskrivi at leingja leigusáttmálan fyri verkið. Býráðið hevur ikki alment tikið støðu til at leingja sáttmálan. Eftir mínum tykki er kjarnin í málinum fyrst og fremst

 

  • heilsa,  
  • umhvørvi og
  • nærdemokrati

 

##med6##

 

Eingin umhvørvisgóðkenning

 

Tá Landsverk stoypti nýtt grundarstøði undir “nýggja” og “umvælda” og “útbygda” asfaltverkið, og setti útgerð upp í oktober og november í 2022 uttanskrivligt byggiloyvi, hevði landsstovnurin heldur ikki dagførda umhvørvisgóðkenning. Tað krevur umhvørvisverndarlógin, tí:

 

“...virkir...ið eru at finna í fylgiskjalinum til lógina, mugu ikki verða gjørd ella farin undir, fyrr enn góðkenning er givin til slíkt”. (Asfaltverk er í fylgiskjalinum).

 

Og: “Nevndu fyritøkur... mugu ikki víðkast ella broytast byggifrøðiliga ella rakstrarliga á ein hátt, ið nertir við dálkingarviðurskifti virkisins, fyrr enn víðkanin ella broytingin er góðkend.”

 

Eingin umhvørvisgóðkenning var komin, tá eg søkti um innlit 13.september 2022. Men Byggimálsdeildin var skjót at skriva Landsverki teldupost, og svarar mær: Vit hava biðið Landsverk um at fáa projekttilfar og hava eisini víst á, at málið krevur góðkenning frá Umhvørvisstovuni, tí talan er um eitt kap. 5 virki”. Gevið gætur: bygt verður uttan projekttilfar og uttan góðkenning!

 

Eftir nýggja umsókn um innlit í oktober, minnir Byggideildin aftur Landsverk á góðkenningina. Men eingin kom. Tá eg fyri triðu ferð bað um innlit 3. november, er Byggimálsdeildin - sum vituligt er - rættiliga avgjørd  í telduposti til Landsverk:

 

“...Hetta merkir, at tit skulu hava eina váttan frá Umhvørvisstovuni áðrenn broytingarnar verða gjørdar. Kunnu tit fáa hetta í lag beinanvegin og senda okkum góðkenningina frá Umhvørvisstovuni.”

 

Nústani tá - eftir at menn í appilsinlittum klæðum høvdu arbeitt dagin langan og kvøldið á tamb á Sundi - vendi Landsverk sær til Umhvørvisstovuna. Hon gav loyvi at brúka umhvørvisgóðkenningina frá 2005. Men einki varð sagt um, at framleiðsluorkan kann tvífaldast, vísir innlit.

 

##med7##

 

Áhugafelagið ger bart

 

Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð sendi Tórshavnar kommunu, Landsverki, Kommunala eftirlitinum og Umhvørvisstovuni trý skriv um – eftir okkara tykki - ólógligu byggingina ífjør heyst. Men eingin raknaði við, fyrrenn felagið meldaði.

 

Seinri fekk nevndin í Áhugafelagnum upplýst á fundi við Umhvørvisstovuna, at  málið er tikið uppaftur, og at nýggj umhvørvisfóðkenning skal latast. Men hetta hendi ikki, fyrr enn Áhugafelagið hevði gjørt vart við skilið. Síðst eg visti, var dagførd umhvørvisgóðkenning ikki latin.

 

Framferðin hjá kommununi og Landsverki ger, at eg eri sannførdur um, at Landsverk roynir at trýsta ein nýggjan leigusáttmála um asfaltverkið gjøgnum “bakdyrnar”.

 

Verandi leiguáttmáli er galdandi til 1. juli næsta ár. Nú hevur stovnurin brúkt meiri enn 60 mió.kr. til asfaltverkið sambært almennum tølum. Og tí verður neyðarrópið frá Landsveki: -Nú hava vit brúkt so og so nógvan pening, at vit mugu sleppa at halda fram á Sundi...

 

Hvat ger býráðið tá? Nakrir býráðslimirnir eru so mikið at sær komnir, at teir ella tær vilja hava eina aðra staðseting. Men hvat vilja hinir tigandi býráðslimirnir?

 

Tá kommunan ikki steðgaði ólógligu byggingini síðsta heyst, loyvi eg mær at staðfesta, at býráðið tykist leggja sektin á

 

  • lóggávu
  • umhvørvisreglur
  • rættartrygd
  • fólkaheilsu
  • umhvørvið við fjørðin (eitt aðalráð lýsir annars fjørðin sum alifjørður til kræklinga-, tara- og landaling) og
  • nærdemokrati!

 

Í Soylugørðum, 7. 7. 2023

 

Es. Havi áður sent býráðslimum hesa grein í stytri vavi, men eingin lat við seg koma - sum væntandi var. Loyvi mær at enda við eini yrking eftir Martini Næs:

 

 

 

Eftirlýsing

 

Lýst verður eftir fólki

 

ið hevur eina meining

 

millum valini

 

Gamla asfaltverkið á Sundi á heysti í 2022

Nýtt grundarstøði er stoypt fyri nýggja asfaltverkinum - uttan byggiloyvi!

Landnámsbygdin Sund í nýggjum hami. Asfaltverk eru í ovastu umhvørvis(váða)bólkunum, og skulu í minsta lagi vera 300 og 500 metrar frá bygdum øki. Á Sundi eru 50 metrar til næstu hús.

Okkurt var eftir frá gamla verkinum.

Nýtt, endurbygt og útbygt asfaltverk er komið upp uttan skrivligt byggilógin frá 2012 krevur.

Og so verður “fýrt undir ketlarnar” aftur

Á innkomuvegnum til Havnina fríðka undanfarin býráð og sitandi býráð Sund. “Out of sight og out of mind”. Spennandi, hvat tað næsta verður? Við ella uttan byggiloyvi. Við ella uttan umhvørvisgóðkenning. Við ella uttan eftirlit, sum kommunali byggimyndugleikin skal hava