Soleiðis síggja lond í Evropa út hjá ECDC

Evropeiska smittuverjuskrivstovan ECDC hevur dagført sítt smittukort, og fleiri regiónir í Evropa vera nú roknaðar sum reyðgular og onkrar sum reyðar.

 

Meginparturin av Danmark fer nú frá at vera grønt til at verða reyðgult ella reytt sambært ECDC.

 

 

Evropeiska smittuverjuskrivstovan - ECDC - hevur nú dagført sítt kort yvir smittustøðuna í Evropa, soleiðis sum skrivstovan sær koronu-støðuna í ymisku londunum.

 

Sigast skal, at tað eru ikki øll lond, sum fylgja ECDC í sínari greining av koronu-støðuni, og tískil kunnu tilmælini vera ymisk frá einum landi til annað.

 

Í nýggja kortinum hjá ECDC gerast fleiri lond og regiónir, sum áður vóru grønar, nú reyðgular ella reyðar.

 

Flestu regiónir í Danmark, Norðurjútandi, Miðjútlandi og Sælandi fara soleiðis frá at vera grønar til at gerast reyðgular. Keypmannahavnar regiónin fer frá gulum og verður nú reyð.

 

Meðan Spania og Portugál framhaldandi vera verandi reyð á ECDC-kortinum, gerast suðurfronsku regiónirnar, Occitanie og Provence-Alpes-Côte-d'Azur, reyðgular. Sama er galdandi fyri kroatisku regiónirnar, Dalmatia, Kvarner og Istria.

 

Stórir partar av Grikkalandi gerast eisini reyðgul, og regiónirnar kring høvuðsstaðin Athen gerast reyðar. Umtókta frítíðaroyggin Kreta var longu reyð í undanfarnu dagføring hjá ECDC, og eitt annað umtókt ferðamál -  Kypros - verður verandi reytt.

 

Italia er einasti partur av Suðurevropa, sum verður verandi grønt.

 

Niðurlond, Belgia og Luxemburg hava havt stóra spjaðing í smittu, og her gerast Niðurlond og Luxemburg reyð - og Belgia verður reyðgult.

 

Gongdin í Noregi og Svøríki er á góðari leið. Agder, Trønderlag og Finnmørkin í Noregi eru grøn, og Rogaland er einasti partur av Noregi sum verður verandi reyðgult. Í Svøríki eru økini, Värmland og Dalarna, nú grøn.

 

##med2##

 

 

 

Meginparturin av Danmark fer nú frá at vera grønt til at verða reyðgult ella reytt sambært ECDC.

ECDC hevur nú dagført sítt kort yvir smittustøðuna í Evropa, sum sær soleiðis út.