Sonni Ragnar fekk javnleik - føroyingarnir í Íslandi taptu

Dundalk megnaði javnleik á heimavølli, FH tapti óheppið og Valur tapti greitt

Umframt HB vóru tríggir føroyingar í leiki í Europa Conference League undankappingini í kvøld.

 

Sonni Ragnar Nattestad var við frá byrjan tá lið hansara, Dundalk á heimavølli spældi javnleik 2-2 móti Levadia Tallinn. Øll málini vóru skotin áðrenn 28 minuttir vóru farnir av dystinum. Levadia legði seg á odda tvær ferðir, men báðu ferðirnar megnaði Dundalk at svara aftur. Dundalk var annars favorittur til at vinna á Levadia í kvøld, og tí er úrslitið eitt vónbrot fyri heimaliðið sum skal ferðast til Estlands í komandi viku. Sonni Ragnar fekk eitt gult kort beint undan leikloki. 

 

Gunnar Nielsen hevði góðar bjargingar í dystinum hjá FH á heimavølli móti norska fótbóltsrisanum, Rosenborg. Men tá ein tími var leiktur legði Rosenborg seg á odda 1-0 við einum máli, ið Gunnar og liðfelagarnir avgjørt hildu vera offside. FH-ingar meintu avgjørt, at Carlo Holse hjá Rosenborg var rangstaddur tá hann stútaði bóltin í málið. 10 minuttir seinni økti Dino Islamovic til 2-0.

 

Seinastu løtuna brendi FH tríggjar stórar málmøguleikar sum kundu fingið spenning í samlaðu uppgerðina. 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 65 minuttir á vøllinum fyri Val, ið tapti greitt 0-3 fyri Bodø/Glimt. Sambært Morgunblaðnum fekk Kaj Leo einki at rigga í dag, og tað gekk í heila tikið ikki væl hjá Vali sum tapti uppiborið 0-3, sambært Morgunblaðnum. 

 

Tað sær svart út hjá føroyingaliðunum í Íslandi at vinna seg víðari. Dundalk stendur við einum rættiliga góðum møguleika.