Sovnaði frá eini pizza - fær bót

Síðstu nátt varð sløkkiliðið í Havn boðsent til eina sermerkta uppgávu

Ein maður hevur nú fingið bót fyri at hava brotið tilbúgvingarlógina.  Tað hendi eftir eina hending tíðliga sunnumorgunin, táið sløkkiliðið í Havn varð boðsent til eina heldur sermerkta uppgáva.

 

Talan var um ein mann, sum kom til hús, men hann var svangur og setti sær eina pizza í ovnin.  Men so hendi tað, at hann sovnaði frá henni, og úrslitið var, at brandávaringin fór at ýla.

 

Hann búði í eini kjallaraíbúð, men tey, sum vóru í erva, vaknaðu av brandávaringini og ringdi til løgreglan.

 

Sløkkiðiðið fór á staðið, og tey sløktu ovnin. Tað hendi eingin skaði, men løgreglan sigur, at maðurin fær bót fyri at bróta tilbúgvingarlógina.