Spania og Italia møtast í hálvfinaluni í Nations League

Niðurlond og Kroatia møtast í hinari hálvfinaluni

Finaluumfarið í Deild A í Nations League verður avgreitt í Niðurlondum millum 14. og 18. juni.

 

Dystirnir vera leiktir í Rotterdam og í Enchede. 

 

14. juni leika Niðurlond og Kroatia hálvfinalu, og 15. juni verður ein sannur klassikkari á skránni, tá Spania og Italia møtast í hinari hálvfinaluni.

 

Finalan í Nations League verður leikt 18. juni.