SPEKT og RV Tøkni kappast í Firmakappingini seinnapartin

Firmakappingin - spurnarkappingin - millum SPEKT og RV Tøkni í Klaksvík byrjar klokkan 15.10

Annað umfar í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1, har arbeiðspláss kring landið kappast er hvønn hósdag seinnapart á FM1.

Seinnapartin klokkan 15.10 verður seinasta uppgerðin í øðrum umfari. Hon verður millum SPEKT og RV Tøkni í Klaksvík.

Aftaná verður lutakast til fjórðingsfinalurnar, ið vera avgreiddar 4. mars og 11. mars.

Liðini sum higartil eru klár til fjórðingsfinalurnar eru BETRI PENSJÓN, VINNUHÚSIÐ, MAGN, KJ, RUNAVÍKAR KOMMUNA og AUTO SERVICE.

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður hósdagin 25. mars vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Øll kunnu hoyra Firmakappingina HER