Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, heldur, at spreingingin í einum Tesla-bili frammanfyri eitt hotell hjá Donald Trump í Las Vegas í gjár var ein einstøk hending. - Mynd: Alcides Antunes/Reuters

Spesialhermaður var í Tesla sum sprongdist við Trump-hotel

Ein persónur, sum sat í Tesla Cybertruck, sum sprongdist, er funnin skotin í høvdið. Hann var ein servandur hermaður.

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, heldur, at spreingingin í einum Tesla-bili frammanfyri eitt hotell hjá Donald Trump í Las Vegas í gjár var ein einstøk hending. - Mynd: Alcides Antunes/Reuters

Persónurin, sum sat í Tesla Cybertruck, sum sprongdist framman fyri einum hotelli hjá Donald Trump í Las Vegas í Nevada í gjár, var ein hermaður í amerikanska herinum.

Tað upplýsir AP-tíðindastovan.

Maðurin æt Matthew Livelsberger, upplýsa myndugleikarnir.

Umframt at Livelsberger doyði, so fingu sjey fingu fólk skaða í spreingingini.

Livelsberger var partur av Green Berets, sum er eitt populert navn fyri serdeildirnar hjá U.S. Army's Special Forces. Hetta sigur herurin sambært AP.

Tann ákærdi varð funnin við einum skotsári í høvdinum, siga myndugleikarnir sambært tíðindastovuni AFP.

- Vit funnu útav gjøgnum rættarkanningarnar, at hann hevði eitt skotsár í høvdið, áðrenn bilurin sprongdist í luftina, sigur sjeriffurin í Las Vegas, Kevin McMahill.

Myndugleikarnir siga, at maðurin helst sjálvur hevur latið skotið av.

Motivið fyri Tesla-spreingingina er ikki kent enn, boðar FBI frá.

FBI hevur áður mett, at spreingingin var ein einstøk hending.

Tað segði Jeremy Schwartz, virkandi serligur agentur, sum hevur ábyrgdina av skrivstovuni hjá FBI í Las Vegas, við CNN fyrr í dag.

Sambært keldum hjá løgregluni varð Tesla-bilurin leigaður gjøgnum bilútleigarafelagið Turo. Hetta hava fleiri amerikanskir miðlar skrivað um.

Tað sama var galdandi fyri ein bil, sum koyrdi inn í eina mannamúgvu í New Orleans nýggjársnátt, og 15 fólk doyðu.

Her varð bilførarin - Shamsud-Din Bahar Jabbar - skotin og dripin av løgregluni.

Tað er "tilvildarligt", at bilarnir eru leigaðir gjøgnum sama felag. Tað segði sjeriffurin í Las Vegas, Kevin McMahill, á tíðindafundi.

Myndugleikarnir kanna framvegis málið.

Fyrr í dag segði amerikanski forsetin, Joe Biden, at ein kanning er í gongd fyri at fáa greiðu á, um tær báðar hendingarnar hava samband.

Sambært AP hevur Livelsberger verið á hernaðarstøðini Fort Bragg í Norður Carolina. Tað sama er galdandi fyri Shamsud-Din Bahar Jabbar.

AP skrivar tó, at Livelsberger og Shamsud-Din Bahar Jabbar ikki vóru á hernaðarstøðini samstundis.

 

/Ritzau/

 

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, heldur, at spreingingin í einum Tesla-bili frammanfyri eitt hotell hjá Donald Trump í Las Vegas í gjár var ein einstøk hending. - Mynd: Alcides Antunes/Reuters