Stórarbeiði liggur í tingnevndunum

Løgtingið kemur samanaftur mikudagin, men longu týsdagin byrjar tingarbeiðið aftur

Mikudagin klokkan 11 er tingfundur aftur, har tingið skal atkvøða um uppskotið hjá Magna Laksáfoss um elveitingarlógina skal koma aftur í tingið, sjálvt um rættarnevndin ikki hevur skrivað álit í máluinum.

Júst hetta málið kann fáa avgerandi politiskan týdning.

Men longu týsdagin er ferð aftur á tingarbeiðnum. Tá hevur trivnaðarnevndin fund við 20 punktum á skrá og 15 innkallingum- Innkallingar eru, tá ið nevndin sendir boð eftir fólki, sum hava servitan ella seráhugamál í málum, sum nevndin viðgerð.

Ofta verða landsstýrisfólk, sum varða av málunum eisini boðsend.

Eisini fíggjarnevndin hevur fund týsdagin við 23 málum á skrá. Har eru fimm innkallingar.

Eitt av málunum, sum nevndin viðger hendan dagin, er byggingin av tjóðleikhúsi og fíggingini til tess.

Mikudagin hava fleiri aðrar nevndir fund - eisini við longum fundarskráum.

Fyri at venda aftur til atkvøðuugreiðsluna týsdagin um uppskotið um broytingar í elveitingarlógini, so  er tað uttanflokkatingmaðurin Magni laksáfoss, sum hevur lagt tað fram og kravt tað aftur í tingsalin.

Júst hetta málið kann avgera, um samgongan fær meirluta fyri sínum uppskotum, tað sum er eftir av tingsetuni.