Stefan og liðfelagarnir vóru fyri enn einum tapi

Sligo Rovers eru nú 11 stig frá einum evropeiskum plássi

Gongdin er ikki góð hjá Stefani Radosavljevic og liðfeløgunum í Sligo Rovers.

 

Í kvøld tapti Sligo Rovers 0-2 fyri Bohemians á útivølli. Bohemians kom á odda tá 32 minuttir vóru leiktir, og teir øktu til 2-0 tá 68 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Stefan kom á vøllin tá 67 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Talan er um fjórða tapið hjá Sligo í fimm teimum seinastu dystunum.

 

Sligo er nú nummar sjey í bestu írsku fótbóltsdeildini við 22 stigum. Sligo hevur 11 stig upp til Bohemians, ið er á triðja plássinum sum gevur rætt til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár.

 

Longu mánakvøldið skal Sligo Rovers aftur í eldin, tá teir taka móti Shamrock Rovers á heimavølli.