Stefan sleppur ikki framat í Sligo Rovers

Sligo Rovers er næstfremst í bestu írsku fótbóltsdeildini, men Stefan Radosavljevic hevur bert spælt 20 minuttir hetta kappingarárið

Stefan Radosavljevic var við í hópinum hjá Sligo Rovers, ið spældi dyst móti Waterford í kvøld í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Sligo vann dystin 1-0, og er liðið næstfremst í deildini við 12 stigum aftaná sjey umfør. Tó eru sjey stig upp til oddaliðið, Shelbourne, ið hevur 19 stig.

 

Tað gongur tó einki hjá Stefani Radosavljevic at fáa spælitíð. 

 

4. mars fekk Stefan 20 minuttir á vøllinum í 5-0 sigrinum hjá Sligo á Dundalk á útivølli. Hinar dystirnar er hann ikki sloppin á vøllin, ið sæð við føroyskum landsliðsbrillum er sera harmiligt, og mest fyri Stefan sjálvan.

 

Kappingarárið er tó langt, og Stefan fer at fáa møguleikan aftur. Leikt vera heili 36 umfør, og kappingin endar ikki fyrrenn 1. november. Hartil koma dystir í steypakappingini. 

 

Farna kappingarár skoraði Stefan fimm mál í 31 dystum.