Hetta eru stórir dagar hjá Stellu Zachariassen.
Hon sýnir fram málningar á risastóru Paris Expo Porte de Versailles framsýningini.
Fyri Stellu er tað ein stórur dreymur, ið er vorðin veruleiki.
Framsýningin er opin millum 22. og 24. september. Framsýningin letur aftur í morgin klokkan 19.
Stella sýnir fram lundamálningar, ið hon er vorðin kend fyri.
Føroyingar staddir í París kunnu vitja framsýningina á hesari addressuni:
Parc Expo - Pavillon 5.2
Porte de Versailles
1 Place de la Porte de Versailles
75015 Paris.