– Støðan í fólkaskúlanum er nógv broytt

Partur I: Fólkaskúlin er fyri øll - eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi 

 

 

Føroyski fólkaskúlin hevur nakrar risa avbjóðingar við børnum við serligum tørvi, og støðan stendur við og versnar. Tíðin er komin, har politiska skipanin veruliga tekur hesa støðuna og gongdina í álvara og setir í verk nakrar munagóðar loysnir og karmar fyri henda serliga málbólkin av børnum ella næmingum. Tey átøk, sum higartil eru sett í verk muna alt ov lítið - tørvurin á hjálp er framhaldandi ovurstórur  

 

Í hesum partinum verður greitt frá støðuni hjá børnum við serligum tørvi og avbjóðingum í fólkaskúlanum, herundir gongdin higartil.

 

Børn ella næmingar við serligum tørvi  

 

Við serligum tørvi, meini eg við allan serligan tørv, tí tá barnið kemur í skúla, fylgir sjálvandi allur tørvur barnsins við. Eg kann nevna orðblindni, talblindni, angist, tvangstankar, børn, sum verða út sett fyri ymiskum ágangi s.s. harðskapi, seksuelt misbrúkt børn, børn úr heimum við alkoholmisbrúki, børn sum eru fyri umsorganarsviki, børn úr heimum, sum eru illa fyri fíggjarliga, børn við vanligum innlæringstrupulleikum, børn við tunglyndi, børn, sum ikki “vilja” skúlan (skúlanoktan), ADHD, ADD, autismu,– ja, tað eru uttan iva fleiri trupulleikar.

 

Grundin til eg nevni alt hetta undir serligan tørv er, at fólk skulu síggja, at tað er ikki bara ADHD og autisma, sum er ein serligur tørvur í skúlanum. Ofta havi eg kensluna av, at tað eru bara hesi tvey økini, sum fjøldin metir kemur undir serligan tørv inni í fólkaskúlanum.

 

Eg skal her greiða frá mínum royndum innan skúlans gátt - tað, sum eg havi upplivað, og tað, sum eg síggi og hoyri.

 

Eg fór í skúla 1981, tá eg fór í 1. flokk. Í 2000 tók eg prógv á Føroya Læraraskúla og í 2001 byrjaði at arbeiða í skúlanum á Giljanesi, og her havi eg starvast síðani - fyrst sum lærari, síðani varastjóri frá 2012 og skúlastjóri frá 2015.  

 

Hetta verður við hjartanum, tí mítt hjarta liggur í føroyska fólkaskúlanum. Eg trívist í mínum arbeiði og eg royni at gera mítt allar besta. Og eg eri sannførd um, at bæði børn og vaksin royna sítt allar besta í tí støðu tey eru í. 

 

Søguliga gongdin 

 

Um vit hyggja eini 50-80 ár aftur í tíðina, var peningur, sum avgjørdi, um til bar at halda fram í skúlanum ella um farast skuldi til arbeiðis. Her kom tá broyting í, og fíggjarligar stuðulsskipanir vórðu settar í verk fyri at fáa fleiri at útbúgva seg. Hetta má sigast var hjálp, sum vildi nakað, tí í dag eru fá, sum ikki onkursvegna nema sær útbúgving.  

 

Nógv vatn er runnið í ánni síðan tá, og í dag síggja vit ein annan trupulleika og ein annan mun á næmingunum. Her er vitan tann avmarkandi faktorurin. Kanningar vísa, at næmingar, sum hava foreldur við akademiskari útbúgving, hava ein fyrimun í skúlanum. Hesi foreldur kunnu hjálpa sínum børnum ígjøgnum alla skúlatíðina við skúlatingum og uppgávum.  

 

Hvussu skulu øll hava somu fortreytir, tá talan ikki er um pening, men um vitan?

 

Hvussu skulu vit øll verða javnsett, tá tað kemur til vitan ella fakligheit? 

 

Skulu børn, sum eiga t.d. orðblind foreldur, ikki hava rætt til somu hjálp heima við hús, sum onnur børn?

 

Er tað fakliga støðan hjá foreldrunum, sum skal verða avgerandi faktorurin um barnið kann fáa eina góða útbúgving ella ikki? 

 

Her má samfelagið hjálpa, so tað munar!

 

Eygleiðing frá 80-unum 

 

Tá eg gekk í skúla í 80-unum, var ikki nógv hjálp at heinta til børn við serligum tørvi. Eitt sindur av serundirvísing við eyka lesing - ella lættari lesing og rokning - var møgulig. 

 

Næmingar vóru tiknir úr tímunum og sótu aðrastaðni í skúlanum og lósu fleiri ferðir um vikuna. Hesir næmingar vóru ofta rættuliga einsamallir, tí ofta var tað ein til ein undirvísing. Og har vóru bara teir næmingar, sum vóru sera illa fyri fakliga. Restin av sernæmingunum mátti klára seg sjálvan.

 

Um vit skulu lurta eftir teimum næmingunum, sum fingu serundirvísing í 80-unum og í dag eru vaksin, siga tey, at tey føldu seg niðurgjørd, tí tey vóru tikin úr flokkinum og sótu einsamøll við einum lærara og fingu undirvísing.  

 

Tá eg skuldi til próvtøku í 80-unum var eingin hjálp at heinta, tú mátti klára teg sjálva ella fekst tú einki prógv. 

 

Í dag kunnu sernæmingar eftir viðmæli frá Førleikastovuni ella Sernám sita saman við fáum næmingum í smærri hølum, fáa eyka tíð til royndina, nýta cd-orð, sum er eitt forrit, sum hjálpir við at stava orð. Eisini er møguleiki at hava hjásitara, fáa upplestur og tosa stílar inn o.s.fr. Á hesum økinum er sera nógv hent til tað betra seinastu árini.  

 

Í dag 

 

Hvussu skal skúlin læra næmingin at taka ímóti neyðugu serhjálpini, um tíð ikki er sett av til hetta í tímatalvuni, hvørja viku til at undirvísa hesum næmingum í lítlum bólkum  og har vit læra tey t.d. at nýta cd-orð, tosað stílar inn. Stutt sagt læra næmingin at taka ímóti tí hjálp, hesin tørvar og kann fáa.

 

Við jøvnum millumbilum verður tosað um, at ymist skal á skrá, sum føst undirvísing inni í fólkaskúlanum t.d fyrstahjálp, meira seksualundirvísing, meira kreativitet og ymist annað hevur eisini verið frammi seinnu árini.  

 

Hetta verður gjørt samstundis, sum vit ikki hava nóg nógva tíð til at røkja undirvísingina til næmingar við serligum tørvi. 

 

Koronutíðin 

 

Fyri einum árið síðani, 12. mars 2020, fór landið niður í ferð av koronu. 

 

Innan skúlans gátt lærdu vit nógv hesar vikurnar, tá skúlin var latin aftur - og spakuliga byrjaði sítt virksemi aftur við nógvum avmarkingum.  

 

Knappliga vóru størstu tíðindini dagliga, hvussu nógv fólk vóru smittaði við koronu. Øll vóru vit felags um at verja okkum móti smittuni. 

 

Síðani komu boðini, at 20. apríl skuldi skúlin varisliga í gongd aftur.  

 

Fyrst í mai læt skúlin enn meira upp, og so við og við komu allir flokkar í skúla aftur. Tó varð tímatalvan skerd eitt sindur, og tiltøk við spritting, at øll skuldu vera úti í fríkorterinum, hvør bólkur skuldi hava sítt avmarkaða øki, og at næmingar og starvsfólk ikki skuldu vera saman í stórum bólkum vórðu sett í verk. 

 

Vit kunnu staðfesta, at hesin supertankarin, sum skúlaverkið er, kláraði at steðga og í eini handavending broytti og umskipi undirvísingina. Øll royndu tað, tey kundu. Øll, bæði lærarar, stuðlar og foreldur vóru í sama báti og royndu at fáa tingini at bera til sum frægast.  

 

Hvat við næmingum við serligum tørvi hesa tíðina? 

 

Knappliga blivu teir tiknir úr tí vanliga gerandisdegnum og sótu inni í kamarinum heima við hús einsamallir og megnaðu illa at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Vit, sum skúli, vistu, at nógvir næmingar sótu við hús í hjálparloysi, sum ikki megnaðu at arbeiða sjálvstøðugt. Loysnin, vit komu til, varð, at vit bjóðaðu hjálp og ráðgeving yvir netið hesa tíðina. Hjá nøkrum næmingum var nóg mikið við ráðgeving yvir telefon ella Teams, meðan aðrir næmingar komu í lítlum bólkum til undirvísing hjá einum lærara ymsa staðni í Vága kommu.   

 

Síðani komu næmingarnir aftur í skúla í mai, og eftir áheitan frá Undirvísingarstýrinum, tillagaðu vit tímatalvurnar hjá lærarunum og næmingunum. Vit avlýstu lærugreinar, sum høvdu felags stovur og lærugreinar, har næmingar úr fleiri flokkum savnaðust t.d. heimkunnleika, smíð, týskt, alis- og evnafrøði.  

 

Tað, at tímar blivu avlýstir, hevði við sær, at næmingar, sum ganga í framhaldsdeildini høvdu upp til 9 tímar styttri tímatalvu hvørja viku. Hetta var alt eftir, hvørjar lærugreinar næmingarnir høvdu valt. Teir lærarar, sum høvdu avlýstar tímar, tóku hesar aftur sum dupultlærari í ymsu árgangunum. Flestu lærarar á Giljanesi vóru samdir um, at fleiri dupultlæraratímar gjørdu stóran mun í ymsu flokkunum og vóru sera góð hjálp fyri næmingarnar og serliga sernæmingarnar.  

 

Í miðdeildini avlýstu vit p-fak (køk, smíð, evning, hondarbeiði osfr.), svimjing og onkran einstakan tíma fyri at fáa tímatalvuna at ganga upp. Miðdeildin hevði eina tímatalvu, sum var millum 4-6 tímar styttri hvørja viku.  

 

Innskúlingin hevði tímatalið, tey áttu at hava, har vóru ikki stórvegis broytingar. 

 

Vit í Skúlanum á Giljanesi sóu heilt týðuliga, at næmingar í miðdeild og hádeild fóru at trívast betur í skúlanum, tá tímatalvurnar vóru styttar. Næmingarnir virkaðu glaðari og lættari. Tey tímdu betur at møta, og fráveran minkaði. Við øllum hesum broytingunum, sóu vit eisini, at fráveran hjá lærarunum minkaði.  

 

Sostatt kunnu vit staðfesta, at møguleikin at stytta tímatalvuna 2 tímar hvørja viku, sum Hanna Jensen, fyrrverandi landstýriskvinna í mentamálum tók avgerð um í 2019, var ein røtt avgerð! 

 

Eftir mínum tykki er tað tí eitt gott hugskot at stytta tímatalvuna enn meira, og nýta hesar tímarnar inni í skúlanum. Við hesum seinastu royndunum síggja vit, at trivnaðurin verður betri, tá krøvini til uppmøting minka, og tá trivnaðurin er góður, verður innlæringin enn betri.  

 

Framhald í parti II og III.  

 

  

 

Annbritt Toftegaard 

 

skúlastjóri, Skúlin á Giljanesi