Stoltenberg í uppskoti til friðarheiðursløn Nobels

- Eg haldi, at mong eru samd um, at Jens Stoltenberg hevur uppiborið friðarheiðursløn Nobels, sigur norskur stórtingslimur.

 

Norski stórtingslimurin, Christian Tybring-Gjedde, váttar í dag yvirfyri Nettavisen, at hann hevur skotið Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, upp til friðarheiðursløn Nobels.

 

- Orsøkin til, at eg havi skotið hann upp, er, at hann hevur megnað at savnað Nato í einari ógvuliga týdningarmiklari og krevjandi tíð, sum kanska er størsta kreppa síðan seinna heimsbardaga.

 

Christian Tybring-Gjedde heldur, at Jens Stoltenberg hevur víst seg ógvuliga diplomatiskan og hevur verið greiður í spurninginum um vápnaveitingar til Ukraina.

 

- Hann hevur týðiliga víst á, at spurningurin um, hvørt Ukraina yvirlivir kríggið, hevur avgerandi týdning fyri friðin í Evropa.

 

Norski stórtingslimurin heldur, at mong eru samd um, at Jens Stoltenberg hevur uppiborið friðarheiðursløn Nobels.

 

Dagbladet.no veit at siga, at Christian Tybring-Gjedde áður hevur skotið fyrrverandi amerikanska forsetan, Donald Trump, upp til friðarheiðurslønina.

 

Freistin at skjóta fólk upp til friðarheiðursløn Nobels fyri 2023 var úti á midnátt týskvøldið.

 

Millum ár og dag hava nógvir ymiskir persónar verið í uppskoti til friðarheiðursløn Nobels, og fyri umleið 10 árum síðan var eisini russiski forsetin, Vladimir Putin, í uppskoti til heiðurin.