– Eg vóni, at tað koma nógv fólk á festivalin. Tá tað kemur til matmentan, so duga tit væl, har feilar einki, tit skulu bara hava hetta við ølinum við eisini, sigur Mikkel Borg Bjergsø, sum elskar føroyskan mat. Hann sigur, at hann er fallin so nógv fyri Føroyum, at hann hevur vitjað her eini 40 ferðir seinastu 10 árini

Stórur ølfestivalur verður í Havn

Fyri fyrstu ferð verður ein stórur ølfestivalur hildin í Føroyum. Talan er um MBCFI '24 festivalin, sum stendur fyri Mikkeller Bear Celebration Faroe Island 2024, sum verður í Silo í Havn 11. og 12. oktober.

– Eg vóni, at tað koma nógv fólk á festivalin. Tá tað kemur til matmentan, so duga tit væl, har feilar einki, tit skulu bara hava hetta við ølinum við eisini, sigur Mikkel Borg Bjergsø, sum elskar føroyskan mat. Hann sigur, at hann er fallin so nógv fyri Føroyum, at hann hevur vitjað her eini 40 ferðir seinastu 10 árini

Fyrireikari er ølframleiðarin Mikkeller, og í tí sambandi hava vit sett stjóranum og stovnaranum av kenda danska mikrobryggjarínum stevnu. Hann eitur Mikkel Borg Bjergsø.

 

Hóast tað er fyrstu ferð, at slíkur festivalur verður í Føroyum, so hevur Mikkeller skipað fyri fleiri festivalum áður. Í Keypmannahavn er ein slíkur á hvørjum ári og hevur verið í mong ár, har tað koma eini 10.000 fólk, og slíkir eru eisini í Tokyo í Japan, har hann hevur verið í fýra ár og í Bostan í USA í tvey ár.

 

– Og so er tað Tórshavn nú. So verður raðfylgjan Boston, Tokyo og Tórshavn, sigur Mikkel Bjerg Borgsø við einum smíli.

 

Sum vera man eru ølfestivalarnir í Boston, í Keypmannhavn og í Tokyo munandi størri, enn tann sum verður í Føroyum 11. og 12. oktober.

 

– Tann í Danmark er risastórur, har koma eini 10.000 fólk. Tann í Tokyo er í veruleikanum ikki so stórur, hann hava vit hildið á donsku sendistovuni seinnu árini, greiðir Mikkel Borg Bjergsø frá.

 

– Hann var eitt sindur størri, tá vit høvdu hann á øðrum stað. Men nú er hann so á sendistovuni, so hann er tí minni í vavi, tó at hann er størri, enn tann føroyski.

 

– Tað verður spennandi at síggja, hvat føroyingar fara at siga, tí hetta er nakað nýtt í Føroyum. Tit hava nógvar tónleikafestivalar, men ikki so nógvar, sum hendan, sigur hann.

 

##med2##

25 ymisk bryggjarí

 

Tað verða 25 ymisk bryggjarí við á festivalinum.

 

– Tíggju koma úr USA, sum sera frammalaga innan craftbear. So koma fleiri úr Evropa, nøkur teirra so góð, at fólk standa í kø fyri at fáa fatur á øli frá teimum, sum annars ikki er at fáa fatur á. So verða eisini nøkur siðbundin bryggjarí – og so ikki minst kekkiska ølið Budvar.

 

Mikkel Borg Bjergsø greiðir frá, at pilsnarin er uppfunnin í Kekkia, og tað er júst bryggjaríið Budweiser Budvar, á kekkiskum Budějovický Budvar,sum uppfann pilsnaran.

 

Kekkiski staturin eigur bryggjaríið, sum er ordiliga stórt innan øl.

 

– Tey koma so eisini, og so koma nøkur smá donsk bryggjarí, tað er ein blanding av bryggjaríum við øli, sum tú ikki fært allastaðni, og so okkara vinir í bransjuni. Eisini nøkur, sum vit arbeiða tætt saman við.

 

– Tí fyri meg hevur tað eisini nógv at siga, at eg vil vísa teimum Føroyar, tí eg eri sjálvur komin so nógv higar.

 

– Og tað eru virkuliga nógvir bryggjarar, sum koma, tí teir vita, at eg eri so nógv her. Tað hava teir sæð tað á Instagram, og tí vilja teir fegnir vilja til Føroyar.

 

– So teir eru sera fegnir at verða bodnir higar, sigur Mikkel Borg Bjergsø.

 

##med3##

 

Føroyingar eru bara ein fjórðingur

 

Hann sigur, at festivalurin bæði er fyri at vísa føroyingum nakað nýtt, men eisini fyri at vísa øðrum, útlendingum, bryggjarum og gestum, Føroyar og hvat vit gera her.

 

– Tað er bara fjórðingurin av atgongumerkjunum, sum seld til føroyingar, tað er sera hugtakandi, sigur hann.

 

Hann greiðir frá, at tað eru nógv fólk, sum ferðast til slíkar festivalar. 1.000 atgongumerki eru til tilsamans, har 250 eru til hvørja sessión.

 

– Fólk koma úr Japan, úr USA, úr Onglandi, Finnlandi, Hollandi og Týsklandi og úr øllum Evropa, havi eg sæð, sigur Mikkel Borg Bjergsø.

 

Hann sigur, at 80 prosent av teimum, sum vitja ølfestivalin í Keypmannahavn eru útlendingar, tí tað er ein festivalur við góðum bryggjaríum, men eisini tað at bryggjarar sjálvir koma at skeinkja.

 

Tað er meira vanligt á slíkum festivalum, at tað eru sjálvboðin, sum standa við diskarnar og skeinkja øl. Festivalgestunum dámar sera væl at hitta bryggjararnar sjávlar og fáa eitt prát við teir yvir kranan um, hvussu og hvat teir gera.

 

– Sjálvandi er tað fyri at smakka ølið, men eisini fyri at koma eitt sindur tættari uppá.

 

##med4##

 

Festivalurin verður í Silo

 

Tað verða sum sagt 25 byrggjarí við á festivalinum. Tey fara so at hava hvør sínar tvær øl á hvørjari av teimum fýra sessiónunum. Tað vil siga, at hvørt bryggjaríið tilsamans hevur átta øl á øllum teimum fýra sessiónunum, sum verða. Tað vil siga, at tað vera 200 øl tilsamans, um onkur hevur hug at royna allar á øllum teimum fýra sessiónunum, sum verða.

 

Mikkel Borg Bjergsø greiðir frá, at tað eru tey, sum bara koma at royna tað nýggja, sum er.

 

– Pilsnarin, sum tit drekka í Føroyum, hann hevur eisini sín uppruna í kekkiska Budvar, sigur Mikkel Borg Bjergsø.

 

– Allir pilsnarar í verðini hava fingið íblástur frá Budvar. Tí tað er júst í Kekkia, at pilsnarin hevur sín uppruna, sigur hann.

 

– Vit kalla tað fyri eina bear celebration, hátíðarhald, nakað sum skal feirast. Tað verður tí eini tónleikur og matur, og so hava vit eitt tattovør við eisini. Hetta er meira ein veitsla fyri okkara fak, sigur Mikkel Borg Bjergsø.

 

– Og tað verður ikki bara nørdarí, sigur hann. Sjálvandi vera nógvir ølnørdar við, men tað eru slett ikki tey flestu. Tað er ikki meiningin, at tú skalt drekka teg fullan, men tú kanst drekka so nógv øl, sum tær lystir, sigur hann.

 

Hóast sjálvur festivalurin er í Silo, so verða tiltøk ymsastaðni kring um í Havnini. Har verða eitt nú smakkingar, silgitúrar, ølrenning o. s. fr.

 

Festivalurin varar í tveir dagar, men tað byrjar tó longu so smátt mikudag og hósdag, meðan sjálvur festivalurin er fríggjadag og leygardag.

 

##med5##

 

Ølmentanin í Føroyum er broytt

 

Men hvat heldur Mikkel Borg Bjergsø um føroysku ølmentanina?

 

– Hon er broytt nógv, síðani eg vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í 2014. Tá drukku tit serliga pilsnar, og tað virkaði, sum tit vildu líkjast nógv Keypmannahavn. Úrvalið er nú munandi størri, og tað er bara gott. Vónandi kann hesin festivalurin flyta tað enn eitt stig víðari rætta vegin, heldur hann.

 

Mikkel Borg Bjergsø vísir á, at tað ikki er hann, sum stendur sum fyrireikari fyri festivalinum. Tað er Mikkeller í Føroyum, sum ger tað.

 

– Endamálið er – og tað vóni eg, at vit kunnu endurtaka hetta á hvørjum ári.

 

30 prosent av ølinum er alkoholfrítt

 

– Vit gera nógv alkoholfrítt øl. Tað er ein risastórur marknaður fyri alkoholfríum øli, og hann er vaksandi um allan heimin, sigur Mikkel Borg Bjergsø.

 

Hann sigur, at tey vóru tey fyrstu, sum gjørdu eina ordiliga øl, sum var alkoholfrí, og sum smakkaði væl.

 

– Yvir 30 prosent av ølinum, sum verður selt kring allan heimin, er alkoholfrítt øl, sigur hann.

 

Hann leggur skemtandi afturat, at tí ber til at drekka øl alt samdøgrið, tí tað er so sunt at drekka øl, tað einasta ósunna í øli er alkoholið, sigur hann.

 

– Har eru jú bæði proteinir, kolvæta og har eru eingi tilsetingarevni. Keypir tú hinvegin ein orkudrykk, so eru nógv tilsetingarevni í honum, sigur hann.

 

– Eg vóni, at tað koma nógv fólk á festivalin. Tá tað kemur til matmentan, so duga tit væl, har feilar einki, tit skulu bara hava hetta við ølinum við eisini.

 

Mikkel Borg Bjergsø sigur, at hann elskar føroyskan mat, og at hann er fallin so nógv fyri Føroyum, at hann hevur vitjað her eini 40 ferðir seinastu 10 árini.

 

– Tað er so gott at koma higar og koma burtur frá resinum í Keypmannahavn. Nú vil eg so vísa starvsfeløgunum í ølbransjuni, hvussu fantastiskar Føroyar eru, sigur Mikkel Borg Bjergsø, sum leggur afturat, at hann kennir allar bryggjararnar, sum koma, og at teir eru sera spentir.

 

 

 

– Eg vóni, at tað koma nógv fólk á festivalin. Tá tað kemur til matmentan, so duga tit væl, har feilar einki, tit skulu bara hava hetta við ølinum við eisini, sigur Mikkel Borg Bjergsø, sum elskar føroyskan mat. Hann sigur, at hann er fallin so nógv fyri Føroyum, at hann hevur vitjað her eini 40 ferðir seinastu 10 árini