Streymurin farin um alt meginlandið

Illveðrið er orsøk til streymslit í meginøkinum

 

Fyri løtu síðani fór streymurin um alt meginøkið. Tað merkir allar Føroyar uttan Suður og nakrar útoyggjar.

Vakthavandi hjá SEV sigur, at tað er illveðrið, sum er orsøkin, og at tey eru farin undir arbeiðið at fáa streymin aftur. Men tað tekur eina løtu.

– Ja ein tími fer skjótt, so eg vænti, at tað gongur ein tími, til øll hava fingið streymin aftur, sigur hann.