Stríðsflogfør úr Vesturheminum kunnu broyta kríggið

Stríðsflogfør úr Vesturheiminum eru ein fortreyt, skal tað eydnast Ukraina at fremja størri álop

 

Mynd: Kenzo Tribouillard/AFP/Ritzau Scanpix

Tað kann avgera kríggið, at Vesturheimurin fer at lata Ukraia F-16 stríðsflogfør.

Tað heldur Jens Wenzel Kristoffersen, sum er hernaðargreinari á Københavns Universitet.

– Tað er eitt umskiftið, vit leingi hava bíðað eftir. Vit eru í bíðistøðu, til Ukraina fær nóg mikið av vesturlendskum flogførum fyri at kunna fáa harradømið í luftini, sigur Jens Wenzel Kristoffersen.

– Tað er ein fortreyt, áðrenn tað ber til at fremja álop, sum røkka langt inn um linjur fíggindans.

Beint nú er kríggið á einum støði, har bæði Ukraina og Russland halda hvør øðrum nøkulunda í skak, greiðir hann frá.

Tað er tí, at russiskar loftverjuskipanir kunnu halda ukrainskum flogførum burtur og umvent. Tí fær hvørgin parturin harradømið í luftini, tað er neyðugt, um teir skulu røkka longur fram á landi.

Í eini loftverjuskipan eru rakettir, sum til dømis kunnu skjóta flogfør niður.

Eitt ávíst loftharradømi er neyðugt, fyri at tað skal eydnast Ukraina at leypa á, heldur Jens Wenzel Kristoffersen.

At Ukraina fær F-16 stríðsflog fer at verða avgerandi. Við flogførum fylgir eisini eina framkomin vápnapakki.

– Við flogførunum kann Ukraina halda fíggindanum aftur nógv fyrr á ukrainskum øki. Tey kunnu fara inn og pilka fíggindan og møguligar verjuskipanir sundur, áðrenn ukrainskar deildir á landi kunnu fara fram, sigur Jens Wenzel Kristoffersen.

Í gjár segði virkandi danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, at Danmark fer at tosa um eina ítøkiliga ætlan um at venja ukrainskar F-16 flogskiparar.

/ritzau/

 

Mynd: Kenzo Tribouillard/AFP/Ritzau Scanpix