Stroymdur fyrilestur: Kann fortíðar DNA hjálpa okkum í framtíðini?

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll

Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar, er hjá góðkendum verti eitt nú í Løkshøll, og Bókasavninum við Løkin. Vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Ein steðgur er í tiltakinum, og tá verður bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.