Stúra fyri smittuspjaðing í Upernavik

Hósdagin varð ein smittutilburður staðfestur í Upernavik, og í dag vórðu tríggir tilburðir staðfestir aftrat.

 

 

 

Í dag eru tríggir nýggir tilburðir við covid-19 staðfestir í grønlendska býnum, Upernavik. Øll tey smittaðu hava verið í sóttarhaldi síðan í gjár, men tann eini smittaði er ikki knýttur at nakrari kendari smittukeldu í býnum.

 

Sermitsiaq veit at siga, at smittusporing vísir, at tveir av persónunum eru smittaðir í samband við eina privata veitslu í bygdini, Tasiusaq, men myndugleikarnir vita ikki, hvør smittukeldan hjá hinum triðja persóninum er.

 

Í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur, verður upplýst, at koronu-myndugleikarnir í Grønlandi fara at seta seg í samband við øll, sum vóru við í privatu veitsluni í Tasiusaq, har alt bendir á, at onkur hevur verið smittaður.

 

Hósdagin varð eisini ein smittutilburður staðfestur í Upernavik, soleiðis at talið av smittaðum í býnum nú er fýra. Tað vísti seg, at tann eini tilburðurin í Upernavik kann sporast aftur til smittutilburðir í Nuuk.

 

Sambært almennu grønlendsku koronu-hagtølunum, sum eisini Sermitsiaq endurgevur, eru nú tilsamans 85 fólk staðfest smittað við covid-19 í Grønlandi, harav 59 fólk eru vorðin frísk aftur.