Styrkilyfting: Vár og Pól Hallur lyftu best

Tann seinasta av trimum styrkikappingum á Føroyaleikunum var í Perluni í Havn í gjár. Sjey luttakarar kappaðust í teimum trimum greinunum, sum eru í styrkilyfting (powerlifting), Beinbend (squat), bonkpress (benchpress) og rættstøðulyft.

 

Hjá kvinnunum var ein luttakari, Vár Guriardóttir Hansen, sum luttók í styrkilyftikapping fyri fyrstu ferð. Vár Guriardóttir Hansen hevur annars áður róð og gjørt fimleik. Lyftini hjá henni vóru 135 kg í beinbend, 70 kg í bonkpress og 155 kg í rættstøðulyfti. Samanlagt lyfti hon í trýkampinum 360 kg, og tað gav henni 343,7 Wilks-stig.

 

Seks mans kappaðust hjá monnunum. Ovast á sigursskamlinum endaði Pól Hallur Davidsen. Samanlagt lyfti Pól Hallur 617,5 kg, sum gav honum 424,59 Wilks-stig. Lyftini hjá Pól Halli vóru 205 kg í beinbend, 132,5 kg í bonkpress og ikki minni enn 280 kg í rættstøðulyfti. Hetta er persónligt met hjá Póli Halli.

 

Næstur Póli var Fríði Hammer, sum eisini er ungdómslyftari. Fríði lyfti samanlagt 595 kg svarandi til 409,48 Wilks-stig. Lyftini vóru 220 kg beinbend, 145 kg bonkpress og 230 kg rættstøðulyft. Á triðjaplássi endaði Leif á Bøgarði, sum vann kappingina í olympiskari vektlyfting hósdagin.

 

Í gjár royndi hann seg fyri fyrstu ferð í kapping í styrkilyfting.c200 kg bleiv tað til í beinbend, 135 kg í bonkpress og 215 kg í rættstøðulyfti. Samanlagt 550 kg, ið svarar til 369,55 Wilks-stig.

 

Wilks-stig verða roknað soleiðis, at hædd verður tikið fyri bæði lyfti- og kropsvekt. Kappingin í crossfit endaði eisini í gjár, og tilsamans hava verið fýra styrkikappingar á Føroyaleikunum.