Suðuroyggin skal raðfestast!

Sambandsflokkurin vil tryggja, at samferðsluviðurskiftini til og frá Suðuroynni gerast betur.

 

 

 

Harafturat ynskja vit at tryggja, at vit fáa ein tunnil til Suðuroynna. Hesum kann Sambandsflokkurin gerast garantur fyri.

 

 

 

Ofta manglar ferilin av realitetssansi, tá ið tað kemur til stórar íløgur. Tað er ongin loyna, at Føroyar hava bitið sjálvan í halin av hesum áður. Tað merkir tó ikki, at vit skulu venda blinda eyga og deyva oyra, til allar teir suðuroyingarnir, ið tørva ein suðuroyartunnil. Tað snýr seg altso um virðing fyri suðuroyingum!

 

 

 

Er rentan lægst møguligt og afturgjaldstíðin yvir eitt longri áramál, t.d. 30-40 ár -  so kann tað betri lata seg gera at útvega fígging. Eg havi ikki prosjektfíggjarætlanina - men eg havi dirvið, áræðið og viljan til at fáa hetta framt.

 

 

 

Í valskránni hevur Sambandsflokkurin nevnt nakrar ítøkiligar íløgur og verkætlanir - íløgur, sum mugu gjøgnumførast antin uppá stutt ella langt sikt. Gerast skal ein langtíðaríløguætlan fyri allar samferðsluútbyggingar og aðrar stórar útbyggingar.

 

 

 

Ein tunnil til Suðuroynna er við til at binda allar Føroyar saman - hetta er eitt hjartamál hjá Sambandsflokkinum. Samferðsluviðurskiftini hjá Suðuroyingum hava verið alt ov vánalig í alt ov langa tíð.

 

 

 

Hetta seinasta valskeiðið hevur Sambandsflokkurin raðfest útbygging av undirstøðukervinum og hetta arbeiðið fer sjálvandi at halda fram.

 

 

 

Verði eg valdur á Løgting, so vil eg virka fyri, at Suðuroyartunnilin verður raðfestur, og at arbeiðið verður framskundað!

 

 

 

Áron Vest

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið