Súna er vald á vikuliðið í bestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyski landsliðsleikarin var sera eyðsýnd í dystinum móti Skanderborg í vikuskiftinum

Hóast Ajax í vikuskiftinum tapti 26-30 fyri Skanderborg í vikuskiftinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, so stóð Súna K. Hansen fyri ein framúr góðum avriki fyri Ajax.

 

Súna mátti av vøllinum tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum, men megnaði kortini at skora fýra mál, leggja upp til fýra mál umframt at vinna liðnum fýra brotskøst. Fyri góða avrikið var hon vald til dagsins leikara.

 

Í dag hevur Súna fingið heiðurin at vera vald á vikuliðið hjá bestu donsku hondbóltsdeildini fyri góða avrikið móti Skanderborg.

 

##med2##