Supertelda: Arsenal verður meistari - City verður nummar tvey

Superteldan hjá Mirror hevur eisini roknað seg fram til, at Manchester United og Newcastle United enda í topp-4

Enska blaðið. Mirror sigur seg hava eina superteldu, ið dugir at gera alskyns útrokningar.

 

Superteldan hjá Mirror hevur roknað seg fram til, at Arsenal verður enskur meistari og vinnur Premier League við 87 stigum. Manchester City verður nummar tvey, sambært supertelduni, og Manchester United og Newcastle United megna at enda í topp-4.

 

Sambært supertelduni endar Liverpool á einum áttanda plássi, og Chelsea endar á einum níggjunda plássi.

 

Superteldan hjá Mirror hevur eisini roknað seg fram til, at Everton, Southampton og Bournemouth flyta niður í næstbestu deildina.

 

Komandi vikurnar fæst at vita hvussu rætt superteldan hevur í sínum framrokningum.

 

Her er stigatalvan í Premier League, ið superteldan hjá Mirror hevur roknað seg fram til: 

 

##med2##