Sverri bestur í Slovenia

Føroyski rógvarin vann fyri løtu síðani hálvfinaluna og fer á middegi í morgin at kappast í EM finaluni

Tað letur til, at føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen er heilt væl fyri. Í hesum døgum er EM í rógving í Bled í Slovenia. Í fyrradagin vann Sverri seg ómakaleyst í hálvfinaluna, sum var fyri løtu síðani.

 

Sverri kappaðist við fimm aðrar rógvarar, og tað var serliga við Litava, at Sverri kappaðist um fremsta plássið. Sverri var fyrstur á mál og róði seg saman við Litava og Bulgaria í A finaluna.

 

Finalan í morgin, og tá fer tað at bera til at fylgja við í DR2 sjónvarpinum. Sent veður frá klokkan 9.45, og Sverri verður at síggja klokkan 12.25.