Sverri rør í báti við føroyskum litum

– Eg rógvi fyri tvær tjóðir, sigur Sverri Nielsen, sum skal kappast í OL í nátt

Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

27 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen verður fyrsti luttakarin í danska OL-hópinum, sum skal luttaka í kapping í Tokyo.

 

Í nátt skal Sverri Nielsen rógva innleiðandi kapping, og tað fer hann at gera í báti, sum hevur fingið teir føroysku litirnar.

 

– Eg eri sera fegin um, at eg havi føroysku litirnar á bátinum. Tað kravdi nakað av arbeiði, at fáa olympisku nevndina at góðkenna tað, sigur Sverri Nielsen við Ritzau.

 

– Tað hevur nógv at siga fyri meg, at fólk vita, at eg eri úr Føroyum, sigur hann.

 

Í 2020 varð Sverri Nielsen europameistari, og hann hevur eisini vunnið silvur í HM. Hann verður tí roknaður millum sterkastu rógvararnar í OL. Í altjóða kappingum luttekur hann undir donskum flaggi.

 

– Eg eri úr Føroyum og havi búð í Danmark í 10 ár, so eg kenni meg eisini eitt sindur danskan nú. Eg rógvi fyri báðar tjóðirnar, sigur Sverri Nielsen.

 

– Fólk í bæði Føroyum og Danmark stuðla mær sera væl, og tað er bara ein fyrimunur, at fólk í báðum londum fylgja mær og ynskja, at tað gongur mær væl, sigur hann.

 

Tað er ein mánaði síðani, at Sverri Nielsen fór til Japan, og nú gleðir hann seg til at fara í gongd við OL-kappingina.

 

– Eg kenni meg kláran, og nú verður gott at koma í gongd, sigur Sverri Nielsen.

 

Hann rør innleiðandi kapping klokkan 00:50 í nátt.

 

Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix