Sverri vann trygt og er víðari í fjóðringsfinaluni

27 ára gamli føroyski Sverri Sandberg Nielsen, ið rør fyri Danmark til OL í Tokyo, vann trygt í innleiðandi kapping fyri løtu síðani. Hann róði í báti við føroysku litunum.

Sverri Sandberg Nielsen er mettur sum eitt av bestu boðum upp á danskt heiðursmerki við OL í Tokyo. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Sverri Sandberg Nielsen hevði sum væntað ongar trupulleikar við at rógva seg víðari frá innleiðandi heatinum í nátt.

 

Rógvarin Sverri Sanberg Nielsen er trygt víðari til fjórðingsfinaluna í einkultskullara við OL, eftir at føroyska heiðursmerkjavónin hjá dønum var fyrstur um málstrikuna í innleiðandi heta 3 í nátt.

 

Á rógvistøðini Sea Forest Waterway í Tokyo byrja 27 ára gamli føroyingurin annars heldur seint, men longu eftir fyrstu millumtíðina eftir 500 metrar hevði hann lagt seg trygt á odda.

 

Tað var frammanundan væntað, at evropameistarin frá 2020 fór at rógva seg trygt víðari til fjórðingsfinaluna, og Sverri Sandberg Nielsen var greitt á odda restina av teininum.

 

Saman við honum í fjórðingsfinaluni verða eisini Gennara Alberto di Mauro úr Italia og Vladislav Yakovlev úr Kasakstan, sum eisini komu víðari millum tríggjar teir bestu.

 

##med2##

 

Teir báðir seinastu í kappingini við Sverra í nátt vóru Alhussein Ghambour úr Libanon og Peter Purcell-Gilpin úr Zimbabwe.

 

Fjórðingsfinalan hjá monnum í einkultskullara verður mánanáttina 26. juli okkara tíð.

 

 

 

Sverri Sandberg Nielsen er mettur sum eitt av bestu boðum upp á danskt heiðursmerki við OL í Tokyo. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Sverri Sandberg Nielsen kom á mál við tíðini 7:02.88. Næstur honum var Gennaro Alberto Di Mauro úr Italia við tíðini 7:06.87.

Sverri Sandberg Nielsen rør í báti við føroysku litunum Mynd: Leah Millis/Reuters/Ritzau Scanpix