Svøríki hjálpir Turkalandi hóast ósemju

Hóast ósemjuna millum Turkaland og Svøaríki eru sviiar til reiðar at hjálpa Turkalandi eftir jarðskjálvta.

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, vissar um, at landið vil stuðla Turkalandi eftir jarðskjálvtan í nátt. (Arkivfoto). - Foto: 10090 Claudio Bresciani/Tt/Ritzau Scanpix

Seinastu tíðina hevur verið køld luft millum Turkaland og Svøríki av hjóttanunum hjá Turkalandi um at forða fyri svenskum limaskapi í Nato.

 

Hetta forðar tó ikki Svøríki í at hjálpa Turkalandi í neyð. Tí er greitt, at Svøríki er til reiðar at hjálpa turkiska fólkinum efgir ógvusliga jarðskjálvtan í nátt.

 

Tað leggur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, dent á í boðum á Twitter í dag, skrivar svenska tíðindastovan TT.

 

– Tankar okkara fara til offrini og teirra næstu.

 

– Sum ein felagi hjá Turkalandi og landið sum hevur formansskapin í ES eru vit tilreiðar at bjóða hjálp okkara.

 

– Vit kanna, hvat ES kann gerfa, tað er tað einasta, eg havi beint nú. Tað er ein ræðuliga støða, og vit skulu stuðla, har vit kunnu, skrivar Ulf Kristersson.

 

Forsætisráðharrin vísir til, at Svøríki síðani ársbyrjan ehvur havt formansskapin í ES.

 

Síðani Svøríki saman viði Finnlandi alment søkti um limaskap í Nato í fjør, hevur Turkaland fleiri ferðir hótt við at forða fyri, at Svøríki verður limur í verjusamgonguni.

 

Ta vald hevur Turkaland, tá øll limalond í Nato skulu góðkenna nýggj limalond. Við øðrum orðum hevur hvørt limaland í Nato vetorætt, tá tað snýr seg um at taka upp nýggjar limir.

 

Fyrst var mótviljin úr Turkalandi, við Recep Tayyip Erdogan, forseta, á odda, at Svøríki sambært Turkalandi heldur hondina yvir kurdum við hernaðarligum sabonum. Tað eru persónar, sum turkiska stýrið vil rættarfylgja.

 

Seinni gjørdust viðurskiftini millum tey bæði londini verri, tá danskt-svenski aktivisturin Rasmus Paludan í januar brendi eitt eintak av Koranini framman fyri turkisku sendistovuni í Stokkhólmi.

 

Turkiski forsetin segði tá, at Turkaland ikki fer at góðkenna svenskan limaskap í Nato, so leingi Svøríki loyvir, at aktivistar kunnu brenna halgu bók islams.

 

Erdogan hevur síðani latið upp fyri møguleikanum, at Finnland kann gerast limaland í Nato einsamalt. Men tey bæði grannalondini – Svøríki og Finnand – vilja heldur halda fram saman, sum tey hava gjørt í allari tilgongdini.

 

/ritzau/

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, vissar um, at landið vil stuðla Turkalandi eftir jarðskjálvtan í nátt. (Arkivfoto). - Foto: 10090 Claudio Bresciani/Tt/Ritzau Scanpix