Syngið við Vágakórinum

Mánakvøldið 28. januar 2019 fer Vágakórið undir nýggja og spennandi sangskrá við nýggjum væluppøgdum kórleiðara nevniliga sanglæraranum Katrin á Borg Johannesen.

 

 

Katrin er júst flutt heim aftur til Føroyar saman við familjuni eftir 12 ár í Oslo, har hon hevuri nomið sær útbúgving í tónleiki við fokus á sang og sangpedagogikk.

 

 

Longu 14-15 ára gomul gjørdist hon kórleiðari í ungdómskórinum TenSing í Havn, og hon hevur síðan tá bæði sungið og undirvíst í ymiskum sang- og tónleikasamanhangum.

 

 

- Nú síggi eg fram til at leiða Vágakórið, og tað verður spennandi, hvat vit saman kunnu fáa í lag, sigur Katrin.

 

 

 

Vit eru serliga spent uppá at bjóða nýggjum sangarum at koma við, tí vit ætla at víðka munandi um kórið, so tað vónandi aftur kann gerast so stórt, sum tað einaferð var - stuttligt hevði verið, eisini at sæð mong av okkara ungu sangfuglum í einum fjølbroyttum vælljómandi Vágakóri, skrivar Vágakórið í tíðindaskrivi.

 

 

 

 

Vágakórið venur mánakvøld kl. 19.30 í gomlu skúlaauluni á Giljanesi.