Syrgiliga hendingin hevur sett djúp spor

Í toruslátri og snarljósum eydnaðist tyrluni at sleppa inn gjøgnum ein “lumma” í luftrúminum og fáa fatur í gentuni, sum var á lívi og aðrari systrini, sum var lívleys.

 


Tað vóru sera ring líkindi, nógv snarljós og torusláttur, tá bjargingartyrlur royndu at bjarga teimum trimum norsku systrunum úr Oslo, sum vóru farnar niðan á 668 metrar høga fjallið, Melshornet, sunnudagin. Melshornet liggur í Hareide kommunu, nærindis Ålesund.

Tvær av systrunum, 18 ára gamla, Benedicte og 12 ára gamla, Victoria, vóru deyðar, tá tað eydnaðist bjargingartyrlunum at taka tær upp, og ein triðja systir hevði ringar løstir.

- Tað vóru sera ring líkindi, sum komu knappliga - við óteljandi snarljósum og toruslátri, sigur leiðarin á Høvuðsbjargingarstøðini, Ståle Jamtli, við VG. Hann var staddur á støðini í Sola, tá fráboðanin um hendingina á fjallinum kom.

Tað var hin triðja systirin, sum nú liggur Haukeland Universitetssjúkrahúsi, sum boðaði frá støðuni á Melshornet-fjallinum. Systrarnar vóru á økinum og hildu frí, tá vanlukkan hendi.

Klokkan var 17.11 sunnudagin, tá Høvuðsbjargingarstøðin (HRS) fekk fyrstu fráboðanina. Veðrið hevði verið gott henda dagin, men alt í einum brast hann á við óteljandi snarljósum og toruslátri. 

Hilde Aglen, leiðari á løgreglustøðini í Ulstein og Hareid, sigur, at illveður av slíkum slag er ikki vanligt í økinum. Hon vísir á, at tað vóru bara sekundir ímillum, at toran gekk, og hetta vardi í meira enn ein tíma. Hon sigur, at slíkt er heilt óvanligt í økinum.

- Toran sló niður ferð eftir ferð eftir ongari tíð, sigur hon.

Tá fráboðanin kom, visti eingin, hvussu álvarslig støðan hjá systrunum á fjallinum var, men tað var greitt, at tvær av gentunum vóru uttan vit. Men, eingin visti nakað ítøkiligt um skaðarnar. 

Bjargingarstøðin gjørdi av at senda tvær tyrlur avstað, eina úr Ålesund og eina úr Flørø. Onnur var á staðnum klokkan 17.30, og her gjørdi flogskiparin sínar metingar av veðrinum, áðrenn flogið var inn í økið. 

Báðar tyrlurnar royndu at flúgva inn í økið, men her vóru snarljós og aktivitetur, og tískil varð neyðugt at bíða nakað. Tað eydnaðist kortini aðrari tyrluni at sleppa inn gjøgnum ein “lumma” í luftrúminum og fáa fatur í gentuni, sum var á lívi og aðrari systrini, sum var deyð. 

Tað eydnaðist eisini hinari tyrluni at sleppa inn í økið og taka hina deyðu systrina upp. VG skrivar, at ungu kvinnurnar vóru so at siga á toppinum á Melshornet, tá tær vórðu raktar av snarljósum.

- Tað vóru fleiri støð, ið vórðu rakt av snarljósum og toru, bæði har vanlukkan hendi og aðrastaðni á norska vestur-og eysturlandinum, sigur vakthavandi veðurfrøðingurin, Espen Biseth Granan, við norsku heimasíðuna.

Sambært Meteorologisk Institut vórðu skrásettar 133 hendingar, har toran sló niður í økinum kring Melshornet sunnudagin.

Norska løgreglan, sum seinni hevur verið á fjallinum og kannað umstøðurnar, sigur, at eingin ivi er um, at tora og snarljós eru orsøkin til, at systrarnar báðar lótu lív, og at hin triðja fekk mein. Tískil ger løgreglan ikki meira við syrgiligu vanlukkuna. 

Fjallið Melshornet er sera væl umtókt, bæði hjá lokala fólkinum og ferðafólki, sum vitja í økinum. Sjálvt um genturnar, sum lótu lív, ikki búgva í økinum, men í Oslo, hevur syrgiliga hendingin sunnudagin sett djúp spor á norsku oynni.