Systrar lótu lív tá toran sló niður

Tað vóru tvær systrar, 18 og 12 ára gamlar, sum doyðu í Noregi í gjár, tá toran sló niður.

 

 

 

Norskir miðlar vita í dag at siga, at tað vóru tvær systrar úr Oslo, sum lótu lív seinnapartin í gjár, tá toran sló niður. 

 

Benedicte Myrset var 18 ára gomul, og Victoria Myrset var einans 12 ára gomul.

 

Hendingin fór fram á fjallinum, Melshornet, sum liggur í Hareid kommunu í Møre og Romsdal.

 

Sambært norsku løgregluni, sum hevur sent út tíðindaskriv, eru nøvnini á systrunum leysgivin í samráð við familjuna.

 

Sum skilst á løgregluni, fekk ein triðja systir, sum var við á ferðini, eisini skaða, og hon er innløgd á Haukeland Universitetssjúkrahúsinum.

 

Á einum tíðindafundi hevur borgarstjórin í Hareid kommunu, Bernt Brandal, sagt, at genturnar, sum búðu í Oslo, høvdu tilknýti til Møre og Romsdal og vóru her og hildu frí. 

 

Tað beint eftir klokkan 17 í gjár, tá tað knappliga gjørdist illveður og ógvusligur torusláttur, at gentunar, sum vóru á Melshornet-fjallinum, vórðu raktar, tá toran sló niður.

 

Sum skilst á norskum miðlum í morgun er støðan hjá tí triðju systrini hampilig.