1. januar í 2018 keypti Rúni Djurhuus saman við øðrum bilasøluna P/F Wenzel frá Gunnari Justinussen, og síðan hevur tað gingið við rúkandi ferð.
Fyritøkan umboðar kendu merkini Ford og Volvo í Føroyum.
Bruttovinningur felagsins í fjør var 28,5 milliónir krónur í mun til 19 milliónir árið fyri og 13,6 milliónir í 2017. Starvsfólkakostnaðurin var í fjør 11 milliónir í mun til 9,2 milliónir í 2018 og 8,2 milliónir í 2017.
Úrslitið fyri skatt í fjør var 15,4 milliónir krónur í mun til 8,1 í 2018 og 4 milliónir krónur í 2017.
Felagið rindaði 2,8 milliónir í skatti í fjør, og var úrslitið eftir skatt 12,6 milliónir krónur í mun til 6,7 í 2018 og 3,3 í 2017.
Síðani Rúni Djurhuus tók við hjá P/F Wenzel hevur hann at kalla tvífaldað ársúrslitið tvær ferðir.
Eginpeningurin í felagnum er nú 26,2 milliónir krónur í mun til 13,6 milliónir í 2018 og 6,9 í 2017.
Langfreistaða skuldin hjá felagnum er 38,7 milliónir krónur. Hon er økt úr 24,6 milliónum árið fyri og 14,6 milliónum krónum í 2017.
Síðani Rúni Djurhuus tók yvir P/F Wenzel 1. januar í 2018 hevur felagið selt 1.111 nýggjar bilar: 719 Ford bilar og 392 Volvo bilar.
##med2##
10 tey mest seldu bilasløgini jan-mai 2020:
Bilmerki | Akf.tal |
FORD | 153 |
VOLKSWAGEN | 127 |
TOYOTA | 106 |
RENAULT | 95 |
KIA | 89 |
VOLVO | 53 |
MERCEDES-BENZ | 44 |
BRENDERUP | 39 |
NISSAN | 37 |
MITSUBISHI | 33 |
|
10 tey mest seldu bilasløgini í 2019
|
|
VOLKSWAGEN | 355 |
FORD | 324 |
TOYOTA | 305 |
RENAULT | 260 |
NISSAN | 233 |
VOLVO | 148 |
MITSUBISHI | 139 |
SUZUKI | 136 |
MERCEDES-BENZ | 118 |
CITROEN | 117 |
|
|
10 tey mest seldu bilasløgini í 2018
|
|
VOLKSWAGEN | 348 |
TOYOTA | 279 |
RENAULT | 263 |
FORD | 242 |
NISSAN | 198 |
VOLVO | 191 |
KIA | 165 |
MITSUBISHI | 130 |
SUZUKI | 127 |
CITROEN | 126 |
|
|
10 tey mest seldu bilasløgini í 2017
Bilmerki | Akf.tal |
VOLKSWAGEN | 328 |
TOYOTA | 301 |
CITROEN | 262 |
NISSAN | 250 |
FORD | 188 |
MITSUBISHI | 142 |
RENAULT | 129 |
MERCEDES-BENZ | 109 |
BRENDERUP | 102 |
KIA | 100 |
|
|
##med3##
##med4##
##med5##