Tá lúsin er føroysk

Bert lúsin útlendsk er - hon ongan skaða ger, plagdu vit at siga, men hetta kunnu vit ikki siga í dag, nú lúsin er ein stór avbjóðing í føroyskari alivinnu.

 

 

 

Tróndur Kragesten, sum er útbúgvin verkfrøðingur og starvast sum granskari á Fiskaaling, vardi fyri góðum ári síðan PhD á Danmarks Tekniske Universiteti, DTU Aqua. Heitið á PhD-verkætlanini hjá honum var “Minking av lúsapláguni í føroysku alivinnuni”. Í arbeiðnum við verkætlanini hevur hann lagt serligan dent á at skilja og stýra spjaðing av smittu í alihøpi. 

 

- Tað er greitt, at laksalús er ein týðandi forðing fyri framhaldandi vøkstri í laksaídnaðinum á norðurhálvuni og soleiðis eisini í Føroyum. Líka so greitt er, at átøk mótvegis laksalúsini kunnu hava negativ árin fyri umhvørvið og eru kostnaðarmikil - eisini, tá hugsað verður um nýggjari ikki-kemiskar viðgerðir.

Tróndur Kragesten ásannar, at lúsin er ein stórur trupulleiki í føroysku alivinnuni, og hann er sannførdur um, hvussu avgerandi tað er fyri alivinnuna at hava tamarhald á laksalúsini. - Vit mugu hava ein leist, sum gevur okkum bestu strategiina at basa lúsini og í minsta lagi halda henni niðri - ein leist, sum er neyðugur og sum loysir seg best, bæði umhvørvisliga og vinnuliga.

Hann sigur, at Fiskaaling hevur eina deild við umleið 10 fólkum, sum tey rópa fiskaheilsudeildin, og her starvast tey, sum eitt nú telja lýs og gera heilsukanningar av fiskinum, bæði laksi og rognkelsi, ið verður brúkt sum reinsifiskur í alibrúkum.

- Sonevnda lúsakunngerðin sigur, at nú skulu lýs á 20 laksum teljast í hvørjum aliringi í mun til lýs á 10 laksum, sum talið var áður. Hetta arbeiðið skal gerast 14. hvønn dag, og hetta er ein rættiliga stór uppgáva. Í samstarvi við alifeløgini verður farið út í aliøkini við bátum hjá feløgunum.

Tróndur Kragesten vísir á, at síðan oktober í 2017 hava neyv hagtøl um lús á føroyskum laksi og nýtslu av heilivági í alivinnuni ligið alment úti á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. - Hetta er ein avgerð, sum landsstýrismaðurin á økinum hevur tikið, og tað er lýst við kunngerð, at úrslitini av lúsateljingum skulu vera alment atkomilig. Í fleiri ár hava føroysku alifyritøkurnar havt atgongd til lúsahagtøl, og nú hevur so eisini almenningurin hesa atgongd og hevur møguleikan at fylgja við gongdini.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður sagt, at landsstýrismaðurin á økinum soleiðis hevur sett áhugamálini hjá almenninginum at fáa innlit í lúsatøl og nýtslu av heilivági í alivinnuni fremri enn áhugamálini hjá vinnuni av handisligum ávum at halda upplýsingunum aftur. Í broytingini í kunngerðini er soleiðis stórur dentur lagdur á opinleikan í skipanini.

 

Tróndur Kragesten heldur, at tá lúsin er ein so stórur trupulleiki í alivinnuni, er eisini neyðugt at vita, hvussu støðan er í ymisku aliøkjunum. - Lúsin hevur eitt nokso fast mynstur, og árstíðin avgerð í ávísan mun, hvussu skjótt nøringin gongur. Tað vísir seg, at við sjógvi, sum liggur um 10 hitastig, verður lúsin kynsbúgvin eftir 40 døgum, og kynsbúningin tekur væl longri tíð, tá sjógvurin er kaldari. 

Hann vísir á, at sjóvarhitin við Føroyar annars er rættiliga støðugur. Í mars, tá sjógvurin er kaldastur, liggur hann um eini seks stig og í august/ september, tá hann er heitastur, liggur hann um eini 11 stig. - Tað er alt, sum bendir á, sigur Tróndur Kragesten, at lúsin ferðast millum aliøkini í Føroyum, og tí er tað so umráðandi at halda henni niðri. 

Tá nýggj aliøki verða løgd út, gongur ikki long tíð, til laksalúsin eisini finnur hesi. 

- Hetta er ivaleyst tí, at streymurin um Føroyar melur í klingur. Men, aliøkini eru ymisk, og tað vísir seg ofta at vera frægast við lús, har útskiftingin av sjógvi er góð - ella, har streymur í størri mun dregur sjógvin upp úr dýpinum. Soleiðis hava streymur, veður og vindur eisini sína ávirkan á gongdina við laksalúsini.

 

Tróndur Kragesten vísir á, at lakalús og seiðalús er ikki hin sama, tí laksalús setir seg bara á laksafisk, laks og síl og ikki á onnur fiskasløg. Spurdur, hvussu støðan við heilivágsnýtslu til lúsareins er í føroysku alivinnuni í dag, nú vit eitt nú hava fingið stór skip til lúsareins, vísir hann á heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har eisini hesi tøl eru almenn.

Men, granskarin er ivaleysur um, at heilivágur er ein nógv minni partur í alivinnuni í dag enn fyri nøkrum árum síðan. - Í dag hava vit feløg, sum helst ikki vilja brúka heilivág. Fiskurin verður settur út sum stór smolt, og hugskotið er, at hann ikki gongur longur í sjónum enn neyðugt, soleiðis at lúsaárinini verða minst møgulig.  

Tróndur Kragesten heldur ikki, at tað er nøkur einføld og einstøk loysn upp á samlaða lúsatrupulleikan, men hann heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at øll alivinnan viðvirkar til, at trupulleikin verður hildin niðri.

- Fiskur, sum er illa fongdur við lús, trívist sjálvsagt verri enn fiskur, sum er minni fongdur. Alivinnan vil helst sleppa undan at brúka heilivág, og á hinari síðuni veit alivinnan eisini, at mekanisk reinsing fyri lús fer illa við fiskinum. 

Granskarin vísir eisini á møguleikarnar við reinsifiski, har rognkelsi eisini verður brúkt í føroysku alivinnuni, eins og veitarar eru til rognkelsi. - Alt, sum viðvirkar til, at lúsaplágan verður minni, er við til at gera støðuna betur. Hetta snýr seg í fyrsta lagi um, hvar vit ala, hvussu vit ala, nær smoltini fara á sjógv, neyva uppfylging av lúsastøðuni, og nær fiskurin verður tikin til sláturs, sigur hann.

 

##med2##

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar síðsta fríggjadag, er serblað um vinnu, sum serliga viðger aling og avleiddar vinnur av alingini. Men, í vinnublaðnum eru eisini aðrar forvitnisligar greinar, sum snúgva seg um heilt aðra vinnu enn aling.