Tað broytist einki hjá partrolarum

Hóast seks partrolarar eru á gulllaksaveiði, gongur einki hjá partrolarunum, sum fiska upsa. Teir hava framvegis vánaligan fiskiskap.

Hóast partrolararnir fáa nakað av hjáveiði, munar tað lítið í fiskiskapinum.

Fimm partrolarapør fiska upsa, og tey fáa eisini nakað av hjáveiði, men fiskiskapurin er framvegis vánaligur. Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni. Teir fiska mest blálongu og stinglaks.

 

- Tveir trolbátar eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og so nakað av toski. Trolbátarnir landa helst fyrst i næstu viku. 

 

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva og hava hampiligan fiskiskap. Annað skipið landar mánadagin, og hitt landar síðst í næstu viku.

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Væntandi landar skipið miðskeiðis í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Hóast partrolararnir fáa nakað av hjáveiði, munar tað lítið í fiskiskapinum.