Tað er framvegis smáligt hjá partrolarum

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir, men teir fara helst út aftur, tá veðrið batnar.

Allir partrolararnir fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu.

Á Fiskamarknaði Føroya gjørdu tey fríggjadagin sínar metingar um fiskatilfeingið í vikuni sum kemur.

 

- Fimm partrolarapør eru til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu.

 

Lagt verður aftrat, at upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur. Tvey pør liggja, men fara væntandi út aftur í næstum.

 

- Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur inn at landa í vikuni. Ein liggur við bryggju, og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Grønlandi.

 

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir, men teir fara helst út aftur, tá veðrið batnar.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur smáligan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni.

 

 

 

 

 

 

 

Allir partrolararnir fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu.