Tað er full ferð á víkingunum

1. DEILD: Í dag vóru teir næstbestu hjá HB sendir úr Sarpugerði við trivaligum tapi

Næstbesta liðið hjá Víkingi hevur í fleiri ár verið klekingarmaskina, og soleiðis er tað framvegis. Tað sæst á manningarlistanum, har teir fleiri eru 20 ár ella yngri enn so, og tað sæst á støðutalvuni, har Víkingur støðugt er við í kappingini um trý tey fremstu plássini.

 

Tá ið teir næstbestu hjá HB í dag vóru í Sarpugerði, endaði tað við 4-1 heimasigri. Tá fingu ungu víkingarnir góðan stuðul frá Ari Olsen og Finni Justinussen, sum vóru á vøllinum í 1. hálvleiki.

 

Jónatan Lervig legði heimaliðið á odda 1-0 í 21. minutti, og bara ein minutt seinni økti Árni Nóa Atlason um munin til 2-0. Í seinna førinum átti Fannhard Skoradal uppleggið, og í fyrra førinum var tað liðformaðurin Óla Kristian Skála Jacobsen, sum átti uppleggið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Óla Kristian um munin til 3-0, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Óla Kristian hevur skorað fimm mál í ár, 19 ára gamli Jónatan Lervig hevur skorað tvey mál, og 17 ára gamli Árni Nóa Atlason hevur skorað tvey mál í næstbestu deildini higartil í ár.

 

Tíggju minuttir undan leikloki var tað 17 ára gamli miðverjin Ingi Arngrímsson, sum økti um munin til 4-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár. Í fjør skoraði hann tvey mál í 1. deild. Rani W. Sørensen minkaði um munin til 4-1,  tá ið vanliga leiktíðin var farin. Hetta var sjeynda málið hjá Rana í næstbestu deildini í ár, og hann er toppskjútti hjá HB. Eingin av teimum, sum regluliga eru á besta HB liðnum, var á listanum hjá HB í Gøtu í dag.

 

Víkingur hevur 24 stig, og HB, sum er á sætta plássi, hevur 11 stig. Leygardagin verður Víkigur partur av grannauppgerð í Runavík, og tá fær HB virjan av EB/Streymi.